Partar av leiðingunum mugu skiftast

- Herd krøv til vatngóðsku og tilfar í vatnetinum gera nú, at partar av leiðingunum mugu skiftast út, sigur Tvøroyrar kommuna.

- Herdu krøvini til vatngóðsku og tilfar í vatnetinum gera nú, at partar av leiðingunum mugu skiftast út. So hvørt, sum betraða viðlíkahaldið seinastu árini hevur fingið vatntrýstið upp, eru nógvar av gomlu leiðingunum vorðnar so moyrar, at tær eru ónýtiligir.

 

Tað veit Tvøroyrar kommuna at siga í dag. Lagt verður aftrat, at vatnnetið eisini verður gjørt einklari, soleiðis at dupultfunktiónir og javnfjarðar leiðingar verða tiknar burtur. Hetta er drúgt arbeiði, og byrjað verður sjálvandi, har lekar og vatnspill eru størst. 

 

- Vatnveitingin hjá Tvøroyrar kommunu hevur tí valt at byrja undir Skorðum í Froðba. Tað verður sjálvandi lagt til rættis soleiðis, at húsarhaldini verða órógvað sum minst, men í løtum verður minkað trýst og vatnið burtur. 

 

Tvøroyrar kommuna sigur, at sum heild verður gingið út frá høvuðsleiðingini, ið liggur í Froðbiarvegnum og á Høvdanum.

 

- Nýggj høvuðsleiðing verður løgd oman í Víkagerð, og nýggjar býtisleiðingar verða lagdar, har tað er neyðugt. Tað er ringt at siga, hvussu leingi arbeiðið fer at halda fram. Ringt er at leggja tíðarætlan fyri viðlíkahaldsarbeiði, men ætlanin er, at hesin parturin skal vera liðugur í ár.

 

Tvøroyrar kommuna vísir á, at grivið verður soleiðis, at fleiri samanbindingar kunnu gerast í senn, og hetta er sjálvandi fyri at sleppa undan at taka vatnið í heilum. Fyri økið merkir hetta ein tryggari vatnveiting í einari afturlatnari skipan, og tað er væl eisini hetta, vit eiga at stremba fram ímóti.  

 

- Við hesi kunning vóna vit, at borgarar undir Skorðum fara at taka hetta sum eina roynd hjá okkum at betra um vatnveitingina. Ein partur av hesum arbeiðið verður gjørdur í viku 15, og heimasíðan og facebooksíðan hjá okkum fer at upplýsa um tiltakið, sigur Tvøroyrar kommuna í dag.