Paradise Connie stórfingna móttøku í Bowlinghøllini

Við einari stúgvandi fullari café bjóðaði Bowlinghøllin í gjár til fyrstu sending av Paradise Hotel, við føroysku Connie Brockie á stórskíggjanum Connie Brockie var fyri fyrstu ferð á skíggjanum hjá TV3 í gjár, og var sendingin víst á stórskíggja í Bowlinghøllini í Havn.

Ein ørgrynna av fólki høvdu leitað sær í Bowlinghøllin í gjárkvøldið, og caféin var at kalla stúgvandi full.

 

 

Ein spennandi byrjan

Fyrsta sending við føroysku Connie kann í øllum førum ikki sigast at verða óáhugaverd, tí hon kom inn á hotellið, sum ein svørtklædd genta, ið dreingirnir á Paradise als ikki vóru áhugaðir í. Spælið tók eina óvæntaða vending, tá ið Goth-Connie bleiv útblakað eftir bert fáar tímar.

 

Í kvøld kemur nýggi gesturin á hotellið, og hesaferð verður tað tann veruliga Connie..