Á tíðindafundi hjá Sea Shepherd á Hotel Føroyum í dag svaraði sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson spurningum umvegis telefonina. Hon er stødd í Danmark.
Hon varð millum annað spurd, hvaðani hon fekk sína vitan um grindadrápið, og hon svaraði, at hon fekk upplýsingar frá Sea Shepherd, men at hon eisini sjálv hevði lisið ymiskt á netinum.
- Eg vóni, at kann koma til Føroya seinni í vikuni og eisini hitta føroyingar og hoyra føroysku sjónarmiðini um grindadráp, segði Pamela Anderson.
Hon fjaldi tó ikki út yvir, at hon heldur grindadrápið var babariskt og óneyðugt, og tað eigur at verða steðgað sum skjótast.