Mentan, lív og ungdómar fylkjast um gamla og hugnaliga fiska- og handilsumhvørvið á Tvøroyri. Thomsens hava gjørt tað aftur! Hvør skuldi trúð, at havnarlagið á Tvøroyri aftur skuldi gerast miðdepil fyri mentan og lív í øllum landinum? Tað er júst hetta, sum hendir í hesum døgum, nú seglhúsloftið og enn eitt pakkhús hjá Thomsen eru umvæld og innrættað til mentanar- og ungdómshús. Eins og við vælumtóktu Pubbini, sum lat upp fyri knøppum ári síðani, er tað eldsálin Anna Kirstin og bróðurin Thomas Thomsen, sum eru stigtakarar til verkætlanina. Tí hevði ein hópur av fólki leitað sær suður til móttøku í gjár, nú hølini formliga verða tikin í nýtslu.
- Nógv søgdu, at eg var púra ør og at hetta ongantíð fór at ganga - men hygga nú. Vit hava longu fingið fleiri fyrispurningar um at leiga hølini til tiltøk, fundir, ráðstevnur og veitslur, so hetta er avgjørt tiltrongt, sigur ein glað Anna Kirstin við Portalin, meðan hon vísir okkum runt. Her er eisini nógv at vera errin av, tí hetta eru ikki eiti á hølum: ?Seglhúsloftið? eru tríggjar nýumvældar, ljósar og rúmligar hæddir, innrættaðar við støði í upprunaliga stílinum við trægólvum, hvítum grótveggum, sjónligum bitum og sprossavindeygum. Væl útgjørdur ídnaðarkøkur, gardaroba og vesir eru í neðra, meðan ovaru hæddirnar hava fleiri stór høli, pall og ein stásiligan barrdisk úr skínandi kopari. Í Pakkhús 4 er ungdómurin fluttur inn í nýggja ungdómshúsið.
Í kvøld, leygarkvøldið, verður almennur dansur á Seglhúsloftinum við Fróða og Deiggj.
Sí myndafrásøgn á síðuni her.
Les eisini meira um Seglhúsloftið og undgómshúsið í Sosialinum í komandi viku.










