Pápi H.N. Jacobsen róði av Oyri til Hattarvíkar at vitja gentuna

Vit hava havt fleiri greinir í hesi røð um bókhandlaran H.N. Jacobsen og hansara ætt. Hesa ferð koma vit til foreldrini hjá honum

H.N. Jacobsen og hansara eru jarðað saman nakað miðskeiðis í kirkjugarðinum við vøkrum steinum og skilligari innskrift.
Tað er annars so løgið við innskriftum á gomlum steinum. Tað kunnu vera steinar, har eingin innskrift vanliga sæst. Men skínur sólin í serligan vinkul, kann innskriftin knappliga koma fram. Og tað er júst soleiðis, at komið var fram á grav­steinin hjá foreldrunum hjá Hans Nikláa Jacobsen, sum er longri niðri í kirkju­garðinum.
Um tey bæði skrivar John Davidsen í bóklingi um H.N. Jacobsen:
Foreldur hansara vóru komin saman hvørt úr síni ætt. Pápin var suðuroy­ing­ur, sonur Niklas við Kráir í Vági, sum giftist til Sumbiar og búsettist í haldbónda­húsu­num á Stalli við Kvíggjá.
Hann var føddur í 1801, men hvønn dag í árinum vita vit ikki við vissu, við tað, at eingin kirkjubók er førd um hetta mundið. (JD kann ikki hava kent gravsteinin, tí har stendur føðingardagurin.)
Jacob Niclassen skrivaðist hann, norðanfjørðs varð hann vanliga nevndur Jákup Sumbingur. Lítið meira enn hálvvaksin fór hann út at tæna, var húskallur hjá Schrøter presti í Hvalba í nøkur ár og lærdi av honum at velta eplir; seinni kom hann norður um fjørð at vera húskallur hjá kleinsmiðinum á Oyri, og her hitti hann Siggu, sum var vevkona har á garðinum.
Hon var dóttir Hanus bónda Sætta úti í Stovu í Hattar­vík (1759-1830) og Marionnu úr Britustovu í Hvanna­sundi og var Sigga fødd 23. januar 1793. Ein beiggi hennara var Hanus bóndi Sjeyndi, ið skrivaði tiltikna kvæða­savnið Fugloyarbók kallað. Skjótt mundi renna saman teirra millum, og við tað, at bæði vóru so mikið framkomin, hann var 28 ár og hon 35, var einki at bíða eftir hjá teimum. Tey høvdu mangar ferðir lokið tær treytir, sum trælalógin setti fólki, ið ikki vóru borin til festi ella stóra ogn, fyri at sleppa at giftast: at tæna hjá bónda í fýra ár. Ikki mundi tey vera ognarleys heldur. Tey giftust 13. august 1828 norðuri í Fugloy og búsettust sama heystið í Havn.
Fyrstu árini búðu tey í teimum húsunum í Gongini, sum av øðrum ánara fingu navnið í Dali. Seinni keypti Sumbingurin Gongina, sum Jógvan kalsmaður hevði átt.
Sumbingurin fór sjálv­boðin upp í hitt nýskipaða jekaraliðið við Skansan og var har í mong ár. Sum jekari fekk hann part av Skansatrøðni at velta í. Harafturat var hann bønarmaður hjá Húsa­garðsbóndum og Schrøter presti, sum um sama mundið var fluttur norður aftur til Havnar og legði inn ta stóru trøðna, ið bar navn av honum leingi eftir, at fólk yvirhøvur høvdu gloymt, at hann hevði verið til.
Manntal í 1834 segði frá hesum húsfólkum:
Jacob Niclasen, 34, jekari og traðarmaður
Sigga Hansdatter, 41, konan f. Fugloy
Marianne Frederikke Jacobsdatter, 6, barn
Hans Nicolai Jacobsen, 7, barn

Sjálvur legði Sumbingurin inn trøð oman fyri Vaktar­húsbrekku, sum hann í 1863, tá ið fyrstu leigutraðirnar blivu seldar, keypti fyrr 22 ríkisdálar og 88 skillingar. Húsini heima í Gongini reiv hann niður og bygdi uppaftur við høgum kjallara undir, so hann fekk hølt kúnni.
Tað var í hesum húsum, at sonurin hevði sín fyrsta bókhandil.
Tað, sum enn restaði í til húsarhaldið, mátti hann forvinna sær við útróður og tøting – lívstreytirnar hjá havnarfólki í teirri tíðini.
So leið ævi teirra við tot og tógvið slit. Sigga doyði 6. desember 1875, út við 83 ára gomul. Jákup var avburðarmaður til styrki og hevði sjáldsama góða heilsu. Hann visti nærum ikki av sjúku at siga, tá ið hann andaðist á mariumessu 1893, 92 ára gamal.

Róði av Oyri til Hattarvíkar
Í Varðanum verður greitt frá, at Jákup Niclassen var 7 ár, tá hungursárini vóru í 1808 og 1809. Hann plagdi at siga, at hann visti ikki, hvussu sterkur hann hevði verið, um hann hevði fingið nóg mikið at eta. Alt sló frá, eingin fiskur var, eingin seiður og ongar grindir, eingin tilførsla, einki korn til handilin og fruktirnar mislukkaðust.
Men styrki hevði hann kortini. Tað var tiltikið, at hann skuldi rógva av Oyri til Hattarvíkar at vitja gentuna.
Fingu tvey børn
Jákup og Sigga áttu tvey børn: Marianna giftist 3. juni 1852 í Kirkjubøar kirkju við Tummas niðri í Húsi í Koltri, Thomas S. P. Rasmussen f. 1822. Hann var bóndi niðri í Húsi og festi 14. januar 1851
Hann skrivaði kvæða­savnið Koltursbók, sum var ikki færri enn 474 síður.
Tey fingu hesi børnini:
Cathrina Malena Sofía f. 1853. Giftist við Poul Poulsen, timburmanni, Hósvík
Rasmus Rasmussen, (1855-1857)
Rasmus Rasmussen f. 1858, gjørdist bóndi niðri í Húsi. Giftist við Hildu Johannu Joensen f. 1869, eisini úr Koltri. Tey fingu børnini Anna Sofía Petrina f. 1891, giftist við Andreas Hansen, Hósvík, Thomasia f. 1894, Elsebeth Johanna f. 1897, Sigrid f. 1901, Maria f. 1904, Hilmar Ragnar f. 1910. Ragnar var kendur sum annar av bóndunum í Koltri.
Jacob Fredrik Thomsen, (1863-1948), gjørdist keyp­maður í Skopun. Kona hans­ara var Anna Elisabeth Sofía Samuelsen (1875-1956) úr Skopun. Tey áttu Thomas Juul Thomsen (1903-1974), gift­ur við Louisa Julia Súsanna Bærentsen (1907-1989).
Tað hevur fyrr í hesi røð verið greitt frá Hans Niklái, sum giftist við Jóhonnu Mariu.
Teirra børn vóru Sigrid, Anna, Anna Sofía Frederikka, sum doyði 2 mánaðir gomul og Jacob, kendur sum málfrøðingur.
Bert Sigrid fekk børn. Bert eitt av hennara børnum Súsanna Cathrina fekk børn, og bert eitt av hennara børn­um Jacob H Lützen, fekk børn.
Ein dóttir Sigrid var Johanna Maria f. 1892 doyði í 1918 bert 26 ára gomul. Tað liggur eitt áhugavert savn av postkortum eftir henni í HNJ bókhandlinum. Tað vísir seg, at hon hevur havt tuberklar og hevur verið nógv á Vejlefjord Sanatorium, har m.o. eisini Jørgen Frants Jacobsen var innlagdur. Myndirnar til hesa grein eru postkort hjá henni. Postkortini vísa eisini, at stundum hevur hon verið heima í Føroyum.
Hon tykist at hava savnað postkort, og hon hevur fingið postkort umframt úr Føroyum og Danmark úr londum sum Frankaríki, Sweits og úr Bretlandi.
Serliga tykist systirin Sanna, sum giftist við Herluf Lützen at hava verið trúføst at senda sjúku systrini postkort.


Í komandi parti verður greitt frá
John Jacobus Joen­sen. Systir hans­ara varð tikin av sjórænarum í 1886.