Arabiska sjónvarpsstøðin Al Aqsa, sum hevur sent myndir úr Gaza døgnið runt seinastu tíðina, hevði nakað heilt annað at bjóða hósnáttina. Tað kom mitt í øllum ein pólsk erotisk sending á skíggjan hjá Al Aqsa.
Al Aqsa plagar annars bert at vísa kvinnur, um tær eru í sløri, men í sjey minuttir slapp ein pólsk blondina at folda seg út á sjónvarpsstøðini.
Týska blaðið Bild skrivar, at talan var um eitt óhapp, har ein tøkningur var komn at skifta til pólsku sjónvarpsstøðina Patio TV, og har var erotikkur á skránni.









