Páll Finnur Páll á útikonsert á Tvøroyri

Í annaðkvøld, leygarkvøldið, skipar Tvøroyrar Bóltfelag fyri stórari útikonsert á Tvøroyri, har serstakliga vælumtókti bólkurin, Páll Finnur Páll fara at spæla.

Latið verður upp á midnátt og hildið verður á til klokkan fýra á sunnumorgunin.

Konsertin verður á parkeringsøkið við Tvøroyrar Klubba, sum verður pyntað og rigga til av einslistum til konsertina, eins og klubbin sjálvur eisini hevur opið

Fyri eini viku síðani druknað G-festivalurin í regni, men eftir veðurtíðindunum, verður ongin vandi fyri hesi konsertini, tí hann lovar av besta veðri leygarkvøldið, næstan stilli og turt.

Fyrireikararnir vísa á, at hetta er eisini eitt gylt høvi hjá fólki norðaneftir at fáa eitt konsertupplivilsi av teimum sjáldsomu, tí gistingarmøguleikarnir eru nógvir í Suðuroy og annars siglur Smyrli norður aftur klokkan 9.30 sunnumorgunin – og tað ber eisini til at gista umborð.