Pál Weihe, lækni: Hetta krevur nógv av læknunum

    

Eydna Skaale
?????????????

? Vit mugu gera okkum púra greitt, hvat tað er vit ætla okkum við hesum kanningunum. Skulu tær gerast, sum ført hevur verið fram, fyri at útrudda fólk, ið bera brek ella er meiningin at geva foreldrunum sjálvum møguleikan at fáa kunning um sítt ófødda barn? Hetta var nakað av tí, sum Pál Weihe lækni, aftur og aftur legði áherðslu á á pallborðsfundinum hjá Javna mánakvøldið.
Vit kunnu ikki nokta
Onkur vildi vita, um ikki vit kunnu sýta fyri at gera hesar royndirnar. Pál Weihe vísti tá á, at tøknin er komin so langt og heimurin er vorðin so lítil í seinastuni. Um vit nokta at fylgja leiðbeiningini her á landi, kunnu kvinnur bara fara til eitt hvørt annað land, har kanningin er loyvd.
Men tað er ikki so lætt bara at nokta at fylgja leiðbeiningini frá Sundhedsstyrelsen í Keypmannahavn. Har verða lógir og reglugerðir viðtiknar og broyttar. Síðani verða boð givin til serlig autoriserað fólk, í Føroyum er tað t.d. landslæknin. Hann skal so syrgja fyri at fáa øllum virkandi læknum í Føroyum boðini úr Keypmannahavn.
? Hetta er fyri at tryggja, at allir læknar bera seg at á ein ávísan hátt. Eg kann ikki bara fara at finna uppá ein nýggjan viðgerðarhátt, sum eg fari undir at nýta, tí so verður einki skil á. Henda skipan tryggjar, at allir borgarar fáa somu viðgerð, óansæð hvar í ríkinum teir búgva og óansæð hvør lækni teirra er, sigur Pál Weihe.
Stór læknalig avbjóðing
Men hvussu kunnu vit tryggja, at tað verður 100% neutral læknalig informatión, sum ungu kvinnurnar fara at fáa?
? Í einum slíkum máli er tað ógjørligt ikki at gera sær eina meting sjálvur um hvat er rætt og skeivt. Tá tú skalt kunna fólk, mást tú vita alt sum er vert at vita um málið, og tá tú gert tað, er ringt ikki at taka støðu. Men meiningin hjá læknanum má aldri skína ígjøgnum, tí valið skal takast av kvinnuni sjálvari. Hon má ikki ávirkast, bert kunnast um vansar og fyrimunir, sigur Pál Weihe.
? Læknin má tí vera ógvuliga fíntfølandi og respektera kvinnuna, um hon ikki ynskir royndina tikna. Hinvegin er tað eisini uppgáva læknans at kunna kvinnuna so mikið væl, at hon kennir allar neyðugar upplýsingar og hevur grundarlag at siga nei. Hon má aldrin kenna seg trýsta ella lokkaða til eina avgerð. So tað verður sera torført at finna javnvágina, sigur hann.
Hann førir fram, at fyri at tryggja ímóti læknaligari ávirkan, kundi t.d. verið ein checkbók, sum punkt fyri punkt vegleiddi læknan. Á henda hátt hevði eisini verið tryggjað, at allar kvinnur hoyrdu júst tað sama, hóast ymiskar læknar. Kvalitetskravið er sera stórt frá danskari síðu. Kvinnan skal nevniliga ikki angra valið hon tekur.
? Tað ræður um hjá øllum læknum at finna fíntfølilsið fram, staðfesti hann.
Stórur vandi av kanningini
Pál Weihe legði eisini stóran dent á vandan, ið stendst av fosturvatnskanningini. Av hvørjum 700 royndum, sum verða gjørdar eru tað 70 fostur, sum doyggja av kanningini og umleið 40 fostur, sum verða funnin við breki. Tað vil við øðrum orðum siga, at talið av fostrum, sum lata lív av kanningini er næstan dupult so stórt, sum talið av fostrum sum verða funnin við breki, t.d. Down's Syndrom. 70 frísk fostur lata lív fyri at finna 40 sjúk, stutt og greitt.
? Í Føroyum verða tiknar uml. 20-30 fosturvatnskanningar árliga. Tað vil siga, at eini 4% av kvinnunum fáa royndina gjørda. Samanbera vit við grannalondini, so liggur Danmark ovarliga við 13%, meðan Norra liggur niðarliga við 2%.
Hesi seinastu árini er talið av kanningunum tó fallið, møguliga orsakað av stóra vandanum, møguliga orsakað av óvissuni av kanningini. Kanningin gevur tær ikki eitt ja ella nei svar, um barnið er brekað, men gevur tær bert nøkur sannsýniligheitsúrslit.
Fleiri børn, sum eftir kanningini vórðu skýrd at verða brekað eru, tá avtornar, púra frísk og vanlig. Og øvugt, børn, søgd at verða normal, hava víst seg at vera brekað.
Men fallandi talið kann eisini koma av broyttum hugburði. Tað er í dag í lagið at hava eitt brekað barn, tey verða í dag góðtikin. Fara vit bert eini 20-30 ár aftur í tíðina var støðan heilt øðrvísið, vísir Pál Weihe á.
Kanning hevur týdning
Pál nevndi tó eisini aðrar hættir at kanna fostur. T.d. við blóðroyndum, har sonevnda "tripletestin" verður tikin. Tá taka tey 3 kromosom og kanna tey, og kunnu so m.a. staðfesta Down's Syndrom. Ultraljóðscanningar verða eisini nýttar í viku 18-19.
? Tað er sera týdningarmikið at kanna fostur, ikki bert fyri at vita um tey skulu týnast, men fyri at síggja um tey kanska skulu hjálpast. Avgerð kann takast um mamman kanska skal eiga á einum sjúkrahúsið við ávísum serlæknum, so at barnið, um tað er sjúkt, kann fáa bestu viðgerð beinanvegin.
? Vit mugu minnast til at taka dagar ímillum orsøkirnar til kanningarnar. Summar mammur halda, at tað rakar ongan hvussu ófødda barnið er skikkað. Tær ynskja ikki kanningarnar, og tað er eisini í lagið. Men tað kann ikki vera skeivt at hava áhuga í heilsuni hjá fostrinum. Vit eru t.d. í dag komin so langt, sum at tosa um fosturheiligvág, segði Pál.
Hvar skal markið setast?
Sum svar uppá spurningin um hvar markið skal setast, svaraði hann, at tað er ógvuliga ringt at siga.
? Tað kann skjótt gerast hættisligt at lata tøknina sjálva seta markið, tí um nøkur fá ár fara vit helst at síggja persónligheitina í genunum. Vit fara at kunna staðfesta hvør hevur "skurka-anlegg" í genunum og hvør ikki hevur. Tá verður skjótt til, at fostur verða vald eftir persónligum eginleikum. Men hinvegin er ringt at sita inni við eini vitan og ikki geva mammuni møguleikan at velja, um hon ynskir at verða kannað, segði hann at enda.