Nevndin fyri Unga Sjálvstýri
---------
Fyri einum mánaða síðani skrivaði Unga Sjálvstýri eitt skriv til fjølmiðlarnar, har vit tóku upp aftur kjakið um, hvørjar umraðfestingar kundu gerast á skúlaøkinum. Vit komu m.a. inná, at danskt á hástig ikki átti at vera ein kravd lærugrein á miðnámsskúlunum, og at vit heldur áttu at raðfest enskt. Síðani hevur nógv verið at sæð og hoyrt til hetta evnið, og tað eru vit í Unga Sjálvstýri sjálvandi sera fegin um. Sum heild kann sigast, at vit hava merkt jaligar afturmeldingar.
Mótmælið tilmælið
Tað kundi væntast at miðnámsskúla lærarar fóru at mótmæla tilmælinum sum landstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, herfyri fekk, um at gera danskt á hástig um til eina vallærugrein. Lærararnir hava síðani í einum opnum brævi til mentanarnevnd løgtingsins víst sína ónøgd.
Tá talan er um lærarar á miðnámsskúlum, væntaðu vit einki minni enn, at tað fór at vera væl orðað og gjøgnumhugsað, men mugu vit ásanna, at tað var tað ikki. Undirritaðu lærararnir tykjast at hava púrasta misskilt tilmælið. Lærarirnir leggja í brævinum fram sína søk ímóti tilmælinum, og í síni roynd gera teir fleiri mistøk, nýta í høvuðsheitinum einans próvgrundir, sum kunnu sigast at vera beinleiðis “logical fallacies”, og vísa, at teir als ikki hava skilt, hvat tilmælið snýr seg um.
Próvgrundirnar halda ikki
Sum vit skilja tað, er hetta kjarnan í teirra høvuðs próvgrund:
“..fleiri og fleiri íslendskir ungdómar velja at taka útbúgving í Danmark og øðrum Norðurlondum. Sambært heimasíðuni hjá Háskóla Íslands velja 65% av teimum íslendingum, sum ætla at lesa uttanlands, at fara til onnur Norðurlond, og av hesum fara 60% til Danmarkar” .. ”Hvørki íslendingar ella føroyingar duga danskt av sær sjálvum, og hvørvur danskt sum lærugrein í føroysku skúlunum, fer tað at taka nógv ár at byggja førleikan í donskum uppaftur.”
Próvgrundin er ein logiskur skeivleiki á tveir hættir.
Fyri tað fyrsta er próvgrundin tað man kallar ein strámaður, tí tey argumentera ímóti eini søk, sum ongin í veruleikanum hevur lagt fram. Tey argumentera sum um, at onkur hevur sagt, at vit als ikki skulu undirvísa í donskum. Veruleikin er tann, at tilmælið snýr seg um, at tey sum vilja hava danskt kunnu velja sær tað, og tey sum ikki vilja hava møguleikan at velja tað frá. Einki mist hjá teimum, sum vilja hava tað, og stórur vinningur hjá teimum, sum ynskja okkurt annað.
Sum tað seinna, so er próvgrundin eisini ein følsk tvístøða, tí tey leggja sínar próvgrundir fram sum um, at tað einans eru tveir møguleikar. Sum tað er nú, at tað er kravt at øll skulu hava danskt, so at øll kunnu njóta tey góðu universitetini Norðurlondini hava at bjóða, mótvegis nýggja tilmælinum sum tey hava misskilt tað, har ongin fær undirvísing í donskum, og at vit tí missa allan okkara norðurlendska samleika. Øll tey, sum vilja lesa í Norðurlondum vera tískil noydd at sita heima og gána, tí ongin í Føroyum loyvir teimum at læra danskt. Her fara tey so dyggiliga skeivt, og enn einferð mugu vit staðfesta, at tilmælið nertur ikki tey, ið vilja hava danskt. Tey sum vilja lesa í Norðurlondum kunnu eftir tilmælinum frítt velja danskt og liva sum um, at broytingin aldrin varð framd. Danskt-áhugaðir næmingar fáa ongar vansar av tí, men tað týdningarmikla er, at tey, sum ikki vilja hava danskt, fáa ein stóran fyrimun av tí, at tey sum vilja lesa á øðrum universitetum enn teimum donsku, kunnu velja danskt frá, tí hesi hava allan tann danska/norðurlenska førleikan teimum tørvar, partvíst úr fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum.
Vit vilja her undirstrika, at tilmælið umfatar als ikki fólkaskúlan. Danskt undirvísing í fólkaskúlanum verur órørd. Brot frá lærarabrævinum: “..hvørvur danskt sum lærugrein í føroysku skúlunum, fer tað at taka nógv ár at byggja førleikan í donskum uppaftur”. Ongin tosar um at strika danskt sum lærugrein í føroysku skúlunum, so hví nevna tey eina ræðusøgu um, at øll undirvísing í donskum kann verða strikað, sum argument ímóti tilmælinum? Um tað er tí, at lærararnir eru bangnir fyri, at tað skal blíva til eina glíðibreyt, sum kann enda við at tað verur strikað heilt, so gera teir enn eitt logiskt mistak (slippery slope fallacy). Hetta tilmælið snýr seg einans um at gera danskt á hástigi til eina vallærugrein. Og onki annað. Eru tey ímóti, at tað verður strikað heilt, so mugu tey halda tað fráskilt frá hesum, tí sum sagt snýr hetta seg einans um at gera tað møguligt hjá summum at velja danskt á hástigi frá í miðnámsskúlunum.
Ein onnur próvgrund tey føra fram:
“Henda [danskt] undirvísing er neyðug fyri at geva næmingunum innlit í europeisk bókmentalig og hugsjónarlig rák, ið ikki eru umboðaði í føroyskum bókmentum, hvørki upprunaligum ella týddum”
Kjarnan í hesari próvgrundini er, at danskt skal vera kravd lærugrein, tí tað er tann best egnaða lærugreinin til at geva næmingum innlit í europeisk bókmentalig og hugsjónarlig rák. Men tey fara stórliga skeiv í hesum. Hvat skal ein siga til hetta, uttan at vísa á, hvussu lítið av europeiskum skaldskapi finst á donskum í mun til tað sum finst á enskum, ella týskum fyri tann saks skuld (sjálvt um ongin argumenterar fyri at gera týskt til eina kravda lærugrein). At lærararnir í donskum ynskja at geva næmingunum innlit í europeiska mentan er onki at mótmæla. Teimum væntar tó at argumentera fyri, hví tað júst skal vera í lærugreinini donskum, og hví tað ikki skal vera í t.d. føroyskum ella enskum. Prinsipielt meina vit, at bókmentalig og hugsjónarlig rák eiga at vera partur av móðurmálsundirvísingini, sum tað er nógvastaðni í heiminum. Um undirvísingartilfarið møguliga er á donskum ella enskum er so ein annar trupulleiki, sum vit meina er vert at nýta orku uppá á loysa.
At enda vilja vit mæla landstýriskvinnuni í Mentamálum til at taka tilmælið til sín, soleiðis, at tey sum avgjørt onki stórvegis gagn hava av danskari miðnámsskúla undirvísing fram um aðra undirvísing, sleppa at velja tað frá. Frælsi at velja sína egnu kós.