Tunnilsprísir
Vágar:Tað er ov tíðliga at gera nakrar viðmerkingar til eitt nú uppskotið um at leggja raksturin undir Landsverkfrøðingin, tí vit hava ikki viðgjørt tað enn, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum.
Hann veit tó ikki rættiliga, hvat politikararnir í Vágum meina við raksturin. Um tað er sjálvan tunnilin, teir meina við, ella um talan eisini verður um at leggja innkrevjingina undir Landsverkfrøðingin. Tað verður ein politisk avgerð, um nakað skal broytast, sigur hann.
?Vit hava eina annleggslóg at arbeiða eftir,og hon áleggur okkum at fáa inn aftur tað, sum brúkt er at gera tunnilin fyri. Tað royna vit so nú. Verður lógin broytt, soleiðis at vit bara skulu taka okkum av láninum, meðan onkur annar skal rinda raksturin, fara vit at arbeiða eftir tí, sigur Dávur Reinert Hansen.
Bilatalið 350 um samdøgurið er komið fram við eini spurnarkanning, sum gjørd varð umborð á Sam í 1999 sigur Dávur Reinert Hansen. Tá varð eisini spurt um ferðingamynstur og hvat fólk vóru sinnað at gjalda. Út frá millum øðrum tí hava vit ásett prísin, sigur hann.
Heldur ikki á Strandferðsluni vita tey við vissu, hvussu prísirnir fara at ávirka rutur og mánaðarkort.
Strrandferðslan fekk sum øll onnur prísin at vita hósdagin, og nú verður roknað og vent fyri at siggja, hvussu hetta fæst at passa inn í ferðaætlan og príspolitikk á stovninum.










