Hilmar Simonsen
Fleiri klár høvd hava gjøgnum ár og dag kannað, hvussu havstreymur ávirkar aling á sjónum. Granskað hevur verið í hesum evni bæði heima hjá okkum og í øðrum londum, har aling av ymsum fiskasløgum hevur stóran samfelagsbúskaparligan týdning.
Hinvegin hevur millum lítið og einki verið granskað í, hvussu havalda ávirkar alibrúk. Hetta kemur illa við hjá okkum í Føroyum, tí Føroyar eru kanska tað alilandið í heiminum, sum liggur mest opið fyri havaldu og vindi. Harafturat er tað eingin sum veit við vissu, hvussu samanrenningin av streymi og havaldu ávirkar aling á sjónum.
Ein sum hevur áhuga í hesum viðurskiftunum er Knud Simonsen, lektari og granskari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur verið partur av týðandi gransking innan aling, sum bæði privatar og almennar fyritøkur hava luttikið í. Sosialurin hevur hitt hann til eitt prát um gransking innan alivinnu, og serliga hvørjum viðurskiftum tað átti at verið granskað meiri í.
Streymasjógvur er treytaður
Fyri nøkrum árum síðani varð nógv tosað um at menna útgerð, so alast kundi á streymasjógvi. Vit leggja tí fyri við at spyrja Knud Simonsen, um vit eru komin nakað nærri dreyminum um at kunna ala laks og annan fisk úti á opnum havi ella á streymasjógvi.
- Lat okkum gera okkum greitt, hvat meint verður við, tá tosað verður ‘streymasjógv’. Eg havi varhugan av, at tey flestu hugsa um streymasjógv á sama hátt sum við vanligari sigling. Men í samband við aling er tað ikki heilt so einfalt, leggur Knud Simonsen fyri og heldur fram:
- Ein spurningur er at finna út av hvørjar streymferðir hóska best til ymisk fiskasløg. Sum flestu kunnugt, so trívist laksur í harðari ráki enn toskur og kalvi, og størri fiskur tolir harðari streym enn minni fiskur. Men er rákið ov hart, so brúkar fiskurin ov nógva orku til at svimja í staðin fyri at vaksa seg til eina passandi marknaðarstødd, og tá gert lønsemið ov vánaligt. Men tað er ein gyltur millumvegur, tí fiskur hevur eisini tørv á at røra seg, greiðir lektarin á Náttúruvísindadeildini frá.
Eg skilji á lagnum at vit tosa um at fáa sum mest burtur úr, ella optimera, bæði við atliti til nøgd av fiski og við atliti til dygd. Og her ræður um at finna tey bestu streymviðurskiftini, sum tó eru ymisk fyri ymisk fiskasløg.
Lektarin á Náttúruvísindadeildini heldur fram:
- Streymasjógvur í samband við alibúr er ein heilt onnur søga. ‘Vanligir’ aliringar hava eina søkklínu á 3-6 kg/m í grunninum (línan í neðra til at halda nótini niðurat, blaðm.). Men úrslit frá bæði mátingum á sjónum og royndum í togbrunnum vísa, at við einum ráki uppá 1 míl (=0.5 m/s), so minkar volumin í nótini við meira 70 prosentum, tá hon er rein. Er gróður á henni, so er støðan enn verri, og tá skal ikki so nógv rák til, áðrenn vit tosa um ‘streymasjógv’ innan aling, greiðir vísindamaðurin frá.
Royndir við søkkringum í Funningsfirði
Fyri at byrgja upp fyri at alinótin minkar, tá tað rekur hart, eru royndir gjørdar bæði í brunnum og á aliøkjum við søkkringum. Knud Simonsen luttók saman við einum PhD lesandi í eini slíkari roynd uttarlaga á Funningsfirði fyri nøkrum árum síðani saman við millum annað East Salmon, Vónini og Fiskaaling, har mátarar vórðu settir á ein vanligan aliring og ein aliring við søkkringi, sum var ein plastringur við trolveiri inni í. Hesin vigaði 18 kg/m.
Og tað var stórur munur á:
- Meðan grunnurin á vanliga ringinum ferðaðist millum 14 og 5 metrar dýpi, so lá grunnurin á ringinum við søkkringinum stórt sæð alla tíðina á 13,5 - 14 metrum. Men tað var ikki tí, at nógvur streymur var í økinum. Streymmátingar, sum vit gjørdu á staðnum frá 8 metra dýpi og niður á botn, vístu, at rákið bert hendinga ferð fór upp um 0,4 míl (svarandi til 0,2 m/s), sigur Knud Simonsen.
Hann leggur tó dent á, at hugskotið við søkkringum ikki var teirra, og at aðrir hava roynt tað við ymsum úrslitum bæði í Føroyum og aðrastaðni – ikki minst í stórum alilondum, har søkkringar á 60-80 kg/m ikki eru óvanligir.
- Men tað er ikki bara at hanga ein tungan ring í eina alinót, tí alinótin skal vera gjørd til tað. Og á tí økinum er eisini nógv, ið kundi verið betrað, sigur Knud Simonsen.
Føroyar serliga ábærar fyri havaldu
Við tíðini hevur tað eydnast summum alifyritøkum at fáa fitt av royndum við at ala í hørðum streymi, til dømis í Vestmannasundi, tó at hesar royndir hava verið misjavnar.
Annað er at harður streymur í stóran mun ávirkar arbeiðsumstøðurnar á alibrúkunum. Tað er nógv truplari hjá alarum at arbeiða, har streymurin er harður, umframt at slíkt sum søkkringar eru tungir at arbeiða við.
- Eisini á hesum økjum er nógv at arbeiða víðari við og granska meiri í, vísir Knud Simonsen á.
Tá alt kemur til alt, so krevur tað lutfalsliga lítið at granska í aling á streymasjógvi, tí nógv verður granskað í hesum sama í útlondum. Tí kunnu granskingarúrslit úr øðrum londum brúkast her heima, og øvut. Hinvegin sær øðrvísi út við gransking innan aling á opnum havi, har tað er havalda og vindur sum er størsta avbjóðingin.
- Ja, vit hava higartil bert tosað um ávirkan av streymi á alibrúk. Men veruleikin er, at flestu aliøkir í Føroyum liggja rættuliga opin fyri havaldu, og har er ikki nógv gransking framd enn. Á hesum økinum er heldur ikki so nógv at heinta í útlandinum, tí tað er ikki nógvastaðni, at fiskur verður aldur á so opnum havi sum í Føroyum, sigur Knud Simonsen.
Og spyrt tú hann, so er hann ikki seinur at geva til kennar, at meiri átti at verið granskað í Føroyum, ikki minst innan aling.
- Trupuleikin er, at orka bert er til, at granskingin anir. Okkum hevur eydnast at útvega nakað av fígging, og burturúr tí hava vit megnað at útbúgva nakrar PhD’arar, sum hava útvegað eina rúgvu av vitan. Hesa vitanina skuldu vit gjarna fingið nyttu av í samfelagnum, men spurningurin er so, hvat skal henda víðari.
- Fyri okkum á Fróðskaparsetrinum er umráðandi at hava framhald í granskingini, so vit ikki skulu byrja av nýggjum, tá ein PhD’ari er liðugur og farin hiðani. Og her snýr tað seg um at fáa fígging til framhaldandi gransking.
- Fyri PhD’ararnar er spurningurin, hvar teir fáa starv og fáa brúkt sína vitan. Tí spurningurin er eisini, um vinnan í Føroyum er ‘gearað’ til at satsa upp á framleiðslu, sum verður drivin av granskingarúrslitum, vísir Knud Simonsen, lektari og granskari á Náttúruvísindadeildini, á, samstundis sum hann fegnast um, at ein PhD’ari júst er blivin settur í starv hjá Fiskaaling.