?Vit fara ikki at góðtaka, at tær lønarhækkingar, vit hava samráðst okkum fram til, skulu gerast eitt slag í nakkan á okkum seinni við uppsagnum og privatiseringum sum avleiðing.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur, at tað er okkurt ?ravruskandi galið?, við tí førda politikkinum, sum hann sjálvur málber seg.
Tað, sum hann sipar til, er tað, sum er hent, síðani limirnir í Starvsmannafelagnum fingu lønarhækking í fjør. Og hann heldur, at gongdin er so mikið álvarslig, at tað kann ikki fara afturvið borðinum óátalað.
? Vit avtalaðu eina lønarhækking upp á 6,5%. Men nú fíggjarlógin fyri 2000 verður løgd fram, er alt ov lítið sett av til tær avtalaðu lønarhækkingarnar.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at ein grannskoðari hevur roknað út fyri Starvsmannafelagið, at ov lítið er sett av á fíggjarlógini í ár, svarandi til eini 80 fulltíðarstørv.
Á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum um vikuskiftið, fanst formaðurin hvassliga at hesi mannagongdini hjá landsstýrinum.
?Lønarhækkingarnar er eitt av teimum tølunum, sum vit heilt neyvt kunnu meta um, so tað er heilt ófatiligt, at hetta ikki verður sett á fíggjarlógina og at landsstýrið heldur velur at skapa ótryggleika við møguligum uppsagnum sum avleiðing, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at tá ið nýggjar lønaravtalur verða gjørdar, eigur tað at vera heilt sjálvsagt, at tann neyðugi peningurin verður settur av, so at lønarhækkingin kemur pørtunum til góðar.
? Men nú er vend komin í, og tað hevur elvt til ómetaligar trupulleikar, ikki minst, har uppsagnir longu eru settar í verk, eitt nú í heilsuverkinum.
Tvær orsøkir
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað kunnu vera tvær orsøkir til at støðan er blivin, sum hon er.
? Antin er talan um politiskt dugnaloysi ella gáloysni í fíggjarmálastýrinum. Men um so er, átti tað ikki verið ringt at tikið í egnan barm og at rætta mistakið.
? Ella talan um eina miðvísa ætlan, har landsins stýr hevur lagt seg á eina kós, sum hevur til endamáls at syndra tað samhaldsfasta samfelagið og at slúsa samfelagsvirðini yvir til tað privata vinnulívið at umsita.
? Og tað er alt, sum bendir á, at hetta er leiðin, sum ætlanin er at ganga.
Men Gunnleivur Dalsgarð sigur, at í hesum sambandi spælir landsins stýri ikki við opnum kortum, tí er ætlanin at minka almennu umsitingina, og at skerja tað samhaldsfasta samfelagið, skal tað viðgerast saman við Starvsmannafelagnum.
Hann sigur, at upp ígjøgnum nítiárini, tá ið samfelagið rapaði, vóru uppsagnir dagligur kostur.
Men eisini nú verða fólk ferð eftir ferð søgd upp av spariávum, hóast dúgliga verður reypað av, at allir kassar eru so fullir, at tað gongst nóg illa at fáa lokið á.
?Nú tykist sum um sparing er blivin ein góðkend uppsagnargrund. Men tá ið sparingarnar hava tað við sær, at onnur skulu renna skjótari, ella tað, sum verri er, at almennar uppgávur verða lætnar privatum at røkja, er okkurt ?ravruskandi galið?, sum ikki kann fara afturvið borðinum.
Hann sipar m.a til at reglurnar í sáttmálanum verða ikki hildnar um, at starvsfólkið skal takast við uppá ráð, tá ið broytingar henda. ? Og tað hendir við vælsignilisi frá landsins myndugleikum.
Vandi á ferð
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at tað tykist sum um at privatisering og útlisitering eru tvey hugtøk, sum hava rættiliga góðan byrð í løtuni.
? Ikki minst hava vit eitt vinnumálastýrið, sum brúkar at kalla alla sína politisku og umsitingarliga orku til at at draga almennar uppgávur yvir til tað privata
?Fleiri stig eru longu tikin á privatiseringsleiðini. Í fyrsta umfari er tað gjørt undir heitinum almenn partafeløg. Men tað er greitt, at endamálið er ein beinleiðis privatisering.
? Vit halda, at hetta er rætiliga álvarsligt, tí eftir okkara tykki er endamálið við hesum fyrst og fremst at slúsa almennar uppgávur yvir til tað privata, sum so skal røkja tær við tí fyri eyga at vinna pening burturúr.
Gunnleivur Dalsgarð vísir á, at tað ongastaðni verður sagt, hvørjum hesar privatiseringar annars gagna.
? Úr øðrum londum vita vit, at avkastið fer ikki til tænastuna, ella til starvsfólki, men beint í lumman á teimum, sum standa fyri hesum.
? Og dømi eru enntá um, at øki í heilsuverkinum, sum eru privatiserað, verða beinleiðis misrøkt, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hava biðið um fund
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at felagið hevur biðið fíggjarmálaráðharran um fund um hesi viðurskifti, men tað hevur ikki eydnast enn.
? Vit vit eiga longu nú at gera greitt, at hesin spurningurin verður tikin upp, næstu ferð vit fara at samráðast um nýggjan sáttmála, sigur Gunnleivur Dalsgarð.