Orca í samstarv við Oscar nomineraða »Amélie« tónasmiðin

Tónleikabólkurin Orca skal í vetur framføra seks ferðir uppá eina viku á festivali í Rennes, Fraklandi, saman við heimskenda Oscar nomineraða tónleikaranum Yann Tiersen, ið hevur skrivað tónleikin til franska stórfilmin »Amélie«. Hetta er ein stórur møguleiki hjá Orca fyri altjóða eksponering, og ein hevur hug at forvitnast um, hvussu samstarvið er komið í lag. Jens L. Thomsen, maðurin handan Orca, gevur okkum svar uppá hetta í dag

Samrøða

Sunneva H. Eysturstein

sunneva@sosialurin.fo

 

________________________________

 

 

Jens L. Thomsen er útbúgvin tónleikatøkningur og tónleikari. Hann spælir bass og tekur upp við fleiri av fremstu tónleikabólkum okkara, m.a Gestir og Petur Pólson, og er umframt tað heilin handan hugskotið til fjósaprojektið Orca. Orca hevur seinastu tveir mánaðarnar ligið í ógvusligum fokusi á alternativa tónleikamarknaðinum í eitt nú Hollandi, Belgia og Fraklandi, og skal komandi tíðina arbeiða saman við heimskenda komponistinum Yann Tiersen, sum skrivaði tónleikin til franska stórfilmin »Amélie«, um at seta upp seks konsertir á ultrakula franska tónleikafestivalinum Trans Musicales í desember.

 

Hvaðani Orca kemur

- Hugskotið til Orca útviklaðist, meðan eg las tónleikatøkni í London, og vit skuldu gera eina verkætlan, sum æt eksperimental sound. Eg hugsaði nógv um sosialpsykologi, tá eg fór í gongd við hesa verkætlanina; at eg vildi skapa tónleik, sum øll fólk skilja. Tað var tá, eg kom fram á hugskotið um fløskuorgulið (eitt av høvuðsljóðførunum í tónleikinum hjá Orca, sum Ólavur Jákupsson spælir á til konsertir, blaðkv.), ið fungerar soleiðis, at luftpistólar blása niður í fløskur, sum við vatni eru stemmaðar í hvør sín tóna. Øll vita jú, hvat tað er at blása í eina fløsku, greiðir Jens frá.

- Næsta hugskotið var at framføra hetta í fjósinum hjá pápa, tí har stóð ein kompressari, sum eg kundi brúka til fløskuorgulið. Og tá eg hugsaði um fjósið, kom eg fram á enn fleiri ljóðføri, ið eg kundi brúka í hesari verkætlanini. T.d taljuna og smergulskivuna, ið hava verið við til at geva ein ógvuliga ráðan kant á tónleikin hjá Orca.

- Eg avgjørdi so at royna hetta av og tosaði við Boga á Lakjuni, Jógvan Andreas á Brúnni, Magna Højgaard og Kára Sverrasson, sum beinanvegin vóru við uppá tað. Vit fingu stáplað fjósið hjá pápa upp til eitt studio við allari neyðugari upptøkuútgerð, og so fóru vit í gongd.

- Tað vísti seg beinanvegin at rigga ordiliga væl og var spennandi og stuttligt. Eg hevði við vilja valt tónleikarar við humor; fólk, sum eg visti, vóru við uppá at eksperimentera við hesum, og sum kundu taka tað við einum smíli at skula taka upp í einum fjósi í minus fimm gradum, við neytum beljandi rundanum allatíðina og traktorum brølandi uttanfyri. Annars hevði tað verið dráp.

 

Gongdin fram til ljóskastaran

Tað tók Jens og monnunum tríggjar dagar at skriva løgini og taka tey upp, sum varð gjørt millum jól og nýggjár í 2005, m.a á fjósakonsertini, sum hevur verið nógv umtalað, síðani Orca kom fram.

- Umleið átta mánaðar aftaná at vit høvdu tikið upp, fór eg í studio í London at miksa. Tá var eg eisini komin í kontakt við Bookworms, Oktopus og Matt Elliott frá Third Eye Foundation, sum hvør sær remiksaðu løg á fløguni, ið fekk heitið »Livandi Oyða«. Eg og Ólavur Jákupsson arbeiddu saman undir navninum Com-Data við at fínpussa løgini og remiksingarnar, pynta uppá okkurt og stytta okkurt annað, sum var ov langt. Fløgan kom so út beint fyri síðstu jól, uml 22. desember 2007.

- Ætlanin hevur allatíðina verið, at Orca skal vera ein livebólkur, men tað var faktiskt orsakað av Atlantic Soundscapes (showcase fyri føroyska list, tónlist og móta, sum varð hildið í Brussel, Belgia fyrst í mai, blaðkv.), at gongd veruliga kom á at umskapa konseptið til liveframførslur. Vit blivu valdir út sum ein av fýra bólkum at spæla í Belgia, og tað gjørdi, at vit máttu fara í gongd.

- Eg fór so úr London til Føroyar at gera klárt til hetta. Øll ljóðførini máttu byggjast um, soleiðis at vit kundu flyta tey, tí sum var, vóru tey alt ov tung og ring at flyta. Vit vandu so nógv, sum vit kundu, og spældu fimm konsertir her í Føroyum fyri at fáa eitt sindur av rutinu, og so fóru vit avstað.

- Framførslan á Atlantic Soundscapes setti ordiliga ljóskastaran á okkum og gav okkum beinanvegin skítfult av kontaktum, harímillum booking avtalur í Hollandi, Belgia, Sveits, Týsklandi og Fraklandi. Og tað var eisini á tí konsertini, at vit fingu kontakt við tónleikastjóran hjá franska festivalinum Trans Musicales, har vit skulu spæla seks konsertir í desember.

 

Oscar-nomineraður tónasnillingur

- Eg var í í Rennes fyri tveimum vikum síðani í samband við Trans Musicales avtaluna fyri at fundast við fólkini aftanfyri festivalin; fór har saman við Christian Hald Buhl og Jonhard Eliassen frá føroysku sendistovuni í Brussel, sum skal hjálpa okkum við at marknaðarføra hetta. Tónleika- og framleiðslustjórin hjá Trans Musicales, Jean-Louis, avheintaði okkum. Vit fóru fyrst beint á skrivstovuna, har arbeiðið við festivalinum fer fram, og blivu presenteraðir fyri kjarnanum hjá Trans Musicales; átta fólkum, sum dagliga starvast á skrivstovuni har, og so fóru vit øll út at eta.

- Jean-Louis hevði áðrenn hetta tosað um, at vit burdu arbeitt saman við onkrum. Hann hevði m.a nevnt íslendsku Bjørk, men hevði einki svar fingið enn, so hann hevði nú sett seg í samband við Yann Tiersen. Tað er hann, sum hevur skrivað allan tónleikin til franska stórfilmin »Amélie«, sum bleiv nomineraður til fimm Oscar virðislønir og vann fleiri aðrar virðislønir fyri bæði besta tónleik og besta film.

 

Samstarvið við Yann Tiersen

- Yann Tiersen vísti seg at vera ógvuliga áhugaður. Hann var í løtuni í París og tók fløgu upp men fekk sær frí og kom til Rennes fyri at møta okkum. Tað var rættiliga imponerandi, og hann var ordiliga blíður og fittur. Vit høvdu ein produktiónsfund við fimm av teknikarunum frá teaturinum, har vit skulu framføra, pluss øllum teimum átta frá festivalinum. Og eg fann tá útav, at vit vera einasti bólkurin, sum skal spæla meira enn eina konsert á festivalinum, og sum fær eitt høli bara til sín og ongan annan. Tað er fantastiskt. Onkur av konsertunum verður enntá bara fyri innboðin fólk; pressu og ídnaðarfólk osfr.

- So vit skulu nú arbeiða saman við Yann Tiersen við at seta sýningina upp til Trans Musicales. Hann hevur bjóðað mær at koma og vitja aftur áðrenn festivalin, og tað kann eisini vera, at hann kemur upp her ein túr, so vit kunnu arbeiða eitt sindur meira uppá hetta projektið. Eg skal faktiskt byggja eitt ljóðføri til hann at spæla á, so tað hevði verið nokso væl hóskandi. Vit flúgva annars niður har eina viku áðrenn festivalin fyri at seta upp og gera klárt. Vit fáa ljóð og ljós fólk hvønn dag, sum skulu hjálpa okkum at gera klárt í teaturinum. Faktiskt eiga við hetta hølið tær tvær vikurnar, vit eru har. Tað eru bara vit, sum skulu framføra har inni; seks konsertir í alt, og vit fara at hava hús fyri okkum sjálvar beint við síðun av. Tað er nógv for genialt, sigur Jens smílandi.

 

Aðrar tónleikaverkætlanir á skránni

- Eg eri við í fleiri projektum umframt Orca. M.a Knút Eysturstein og Petur Pólson. Steso hjá Hergeir Staksberg og Gestir, sum eg skal spæla nakrar konsertir við í London nú í summar. Umframt tað arbeiði eg saman við einum vinmanni, sum eg møtti í London, við at taka upp tríggjar fløgur hjá honum, allar í enskum sangskrivara stíli. Í løtuni eri eg eisini involveraður í einum projekti, sum kallast Power Oyster. Tað er punkur við nøkrum powerballadum, sum bleiv skrivað og tikið upp uppá tveir dagar fyri fimm árum síðani, tá vit vóru nakrir, ið høvdu drukkið eitt sindur ov nógv av kaffi og sovið nógv for lítið. Nú hava vit miksað tað uppá tveir-tríggjar dagar og fara at geva tað út skjótt; fyrst sum kasettuband nú í vikuskiftinum, tá vit skulu spæla okkara fyrsta gigg. Tað fer at koma út á vinyl seinni, men vit hava ikki avgjørt enn, um tað skal gevast út á fløgu.

- Annars er tað Orca, sum eg arbeiði miðvíst við í løtuni; í øllum førum fram til jóla. M.a við at útbyggja kontakt netverk, geva fløguna út í Fraklandi osfr. Eg møttist nevniliga eisini við einum booking agenturi, meðan eg var í Rennes, sum ætlar at geva »Livandi Oyða« út har áðrenn Trans Musicales. Vit fara nokk eisini at taka alt upp, meðan vit eru har, á multitrack og video og væntandi geva tað út sum DVD einaferð seinni.

 

Næsta stigið

- Umframt alt hetta, projektið, spennandi avtalurnar, framførslurnar osfr, fáa vit eisini tann stóra møguleika at gera neyva og vælframleidda list saman við einari av okkara stóru inspiratiónskeldum, nevniliga Yann Tiersen. Hetta er ótrúliga nógv í okkara eygum, tí teir flestu í Orca hava verið hugtiknir av hansara tónleiki í fleiri ár nú.

- Desember mánaðin fer annars at diktera tað næsta, sum skal henda hjá okkum. Beint nú hugsi eg bara um at útvikla Orca meira. At gera svakari og stuttligari ting við tónleikinum; avprøva grensur osfr, greiðir Jens frá.

- Samstarvið við Yann Tiersen á Trans Musicales kann blíva stórt fyri Orca. Festivalurin er nevniliga kendur fyri at lansera nýggjar bólkar, og fólk hyggja nógv har yvir fyri at uppdaga nýggj nøvn. Tað er m.a har Lenny Kravitz, Nirvana, Portishead og Beastie Boys hava fingið sítt startskot. Men eingin veit enn, hvat fer at henda. Vit fara í øllum førum at gera alt tað, ið vit kunnu, fyri at fáa framførslurnar so góðar sum yvirhøvur gjørligt. So taka vit tað harfrá.