Ja, so gera stavnar, sum liggja bakk??
Tóra við Keldu: Vit ræðast autoritet og krøv. Vit mugu aftur fara at gera yvirskipaðar greiðar reglur fyri, … við føstum kørmum og mannagongdum. Dimma p. 1 15.04.08. Kjarnin í orðunum hjá Tóru, sum snúgva seg um føroyska skúlaverki, er eisini galdandi á føroyska orðabókaøkinum, tí her lekur tað so ruddiliga millum teori og praxis á hesum øki, tí her tykjast als ongar greiðar reglur at vera galdandi.
Hesi 10 seinastu árini hevur Tjóðveldisflokkurin nú Tjóðveldi átt 6 mentamálaráðharrar: Signar á Brúnni, (lærari), Annlis Bjarkhamar, (lærari), Tórbjørn Jacobsen, Óli Holm, (lærari), Høgni Hoydal, Anita á Fríðriksmørk (raðfylgjan er tilvildarlig), Jógvan á Lakjuni, fólkaflokkurin, (lærari), sum sat samfull 4 ár frá 2004-2008, og loksins Kristina Háfoss, tú ert nr. 7 í Tjóðveldi av 8 hesi seinastu 10 árini. Sum sæst, so hava 4 av 8 mentamálaráðharrunum verið fólkaskúlalærarar, sum skuldu vitað um tvørleikan við tørvandi orðabókum í teirra dagliga yrki, men tað tykist ikki at hava rinið við, tóat Signar á Brúnni longu í 1998 gjørdi vart við: ” Vit eiga at stuðla fakfólki og forløgum, og royna at fáa tey at samstarvast alt við tí aðalendamáli at tryggja skúlaungdómi og fólki sum heild, sum mest og best av orðabókum - hesum týdningarmiklu amboðum, sum eingin kann vera fyri uttan í einum framkomnum samfelagi.”.
Tað, sum man vera høvuðsmeinbogin, er, at tað eru ov nógvir kokkar í orðabókatilgongdini: Høvuðskokkur játtar, aðalkokkur, deildarkokkur býta út, kokkar við fulltrúaheitum og formansheitum elta, men tað, sum kemur úr ovninum, er soltið, og úrslitið er hareftir.
Ella sum Arnstein Niclasen so væl sigur tað: ”Men hvar eru tílíkir kapacitetar í dag? Ella sita leiðarar í dag bara kúrrir og krúpa og royna at yvirliva ein dag í senn, eina viku kanska, ella henda mánaðin at enda? Ger nakar teirra ein vørr fyri sakini longur?
Ella er alt blivin ein gráur greytur av yvirlivarum? Ongin skipari á Polo. Hvør er – og hvar eru – eitt nú lokomotivini í Tinganesi, á fjølmiðlavørpunum, orkuráðunum. Fróðskaparsetrinum, orkuøkinum, infrastrukturinum (undirstøðukervinum) bæði til lands- sjóvar- og loftvegis), innan heilsu, mentan og undirvísing o.s.fr” Og hetta er eisini myndin av gongdini í orðabókapolitikkinum hesi seinastu 10 árini, tí í veruleikanum er bert 1 – ein - nýggj átrokandi orðabók komin: Føroysk-ensk, sum varð sett í gongd, meðan Torbjørn Jacobsen var mentamálaráðharri. Hvar eru hinar milljónirnar farnar? Jú, knappar 1.98 milljónir eru latnar av Mentamálaráðnum við Jóannesi Dalsgaard og Peturi Petersen til Føroysk- týska orðabók, og nakað tann sama upphædd, 1,9 milljónir, er latin av somu persónum til Russisk-føroyska orðabók, men sum heldur ikki er komin undan kavi, men sum Mentamálaráðið so snildisliga hevur avhendað Orðabókagrunninum, so hesin stovnur kann sita við svarta peri og fáa skoluna, tí ongar orðabøkur síggja dagsins ljós. Men upprunin til ørskapin liggur í Mentamálaráðnum, tí at antin hava stjórarnir ikki megnað at sett nakrar reglur fyri mannagongdum, ella ikki hava teir ikki verið førir fyri at hildið orðabókarithøvundunum í stuttum tjóri, og tí rekur alt orðabókaarbeiðið fyri vág og vind.
Longu í 1998 gjørdi Signar á Brúnni, táverandi mentamálaráðharri sær nakrar hugsanir um ein yvirskipaðan orðabókapolitikk, sum tað greitt sæst úr ”Fyrispurningur 1998”: ”Hinvegin ivist eg (= Signar á Brúnni) í, hvørt tað er rætt at skipa orðabókaarbeiði við løgtingslóg. Tað rætta má vera, at løgting og landsstýri seta málini við orðabókapolitikkinum og tryggja fíggjarliga støðið fyri neyðturviligum orðabókavirksemi. Sjálvt orðabókaarbeiðið og orðabókaútgávan eiga at verða fyriskipað av teimum fakligu stovnum, ið hava til uppgávu at røkja móðurmálið, ella av privatum við stuðli frá tí almenna. Best hevði tó verið, um allir partar við áhuga fyri orðabókaarbeiði samstarvaðu. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann ikki noyða partarnar at samstarva. Hinvegin ber til at seta pørtunum treytir í samband við játtan av peningi til orðabókaarbeiði- og útgávu. Eisini kann Undirvísingar- og Mentamálastýrið skipa fyri samráðingum millum allar áhugaðar partar við tí endamáli at fáa partarnar at samstarvast, tí land okkara er ov lítið til, at vit í longdini hava ráð til at lata hetta týdningarmikla arbeiði verða avrikað av fleiri ymiskum pørtum. Tað ræður um at troyta fíggjarliga og menniskjaliga tilfeingið sum best. Hetta kann verða gjørt í sambandi við, at eg ætli mær at leggja til rættis ein orðabókapolitikk, har sett verða nøkur mál fyri orðabókaarbeiðinum tey komandi árini. Hetta eigur at verða gjørt í samráði við allar áhugaðar partar, og eigur at kunna verða gjørt uttan at nerva tað vísindaliga frælsi, ið vit annars meta sum støðið undir hollari gransking. Hetta var longu í 1998, at Signar á Brúnni skrivaði hetta, at tað er hansara ætlan at leggja ein orðabókapolitikk til rættis. Vóru hetta bert tóm og føgur orð frá hansara síðu ætlað at blenda Løgtingið við?
Men um tað er henda ætlan, sum Jóan Petur Hentze sipar til í skrivi til mín d. 16. juli 2002, tí her verður víst til eina skipan, sum Jóan Petur Hentze lýsir soleiðis: Skipanain er í stuttum tann, at Mentamálaráðið ger avtalur um ávísar orðabókaverkætlanir, sum eftir nærri treytum kunnu fáa stuðul yvir fleiri fíggjarár.”, so vísir hetta, at tað mest sannlíkt finst ein slík, men gott ár seinni fái eg nýtt svar upp á fyrispurning: ”Boðað verður við hesum frá, at Mentamálaráðið í sambandi við arbeiðið at gera fíggjarlóg fyri 2004 fer at viðgera stuðulskipanina og játtina til orðabókagerð sum heild.” Hetta sigur mær so mikið, at Mentamálaráðið sjálvt kann gera av, hvør mannagongd skal vera galdandi, men Jóannes Dalsgaard tvíhelt alla sína tíð (heili 10 ár) um, at tað vóru ongar heimildir at keypa mína orðabók.
Jú Jóannes Dalsgaard, tú kundi, um tú hevði viljað tað, kunna broytt mannagongdina, um tað var soleiðis, sum tú saman við Jóan Peturi Hentze segði á fundi við meg t. 7. juli 2004, har tú bilti mær inn, at tú hevði spurt løgfrøðingarnar um møguleikar at keypa orðabókahandritið, men tú gjørdi vart við, at teir sóu ongar møguleikar at loysa mín trupulleika. Í sama skrivi frá 7.7.04 skriva tit: ”…, at stuðul í fýra ár er sera nógv og verður trupult at fáa til vega.” Men tit hava jú latið Ulfi Timmermann 1.89 milljónir fyri onga bók, og givið Johnny Thomsen 1.9 milljónir krónur eisini fyri onga bók nú ávikavist 8 og 7 ár seinni. Í skrivi d. 30 apríl 2001 hava tit eina skrá í 9 punktum fyri avtalu við orðabókaumsøkjarar, har fyrsta punktið ljóðar: ”1) Nær verkætlanin byrjar og nær hon verður ligug og 3) Arbeiðsgevaraskyldan. Jóannes Dalsdaard heldur tú sum deildarstjóri og Jeanette Ellefsen Blåsvær sum táverandi formaður, at tit sum arbeiðsgevari hava hildið skyldurnar, nú 7 ár seinni? Eitt argument fyri, at eg ikki kann fáa stuðul undir somu treytum sum hinir orðabókarithøvundarnir er sambært sama skriv: ”…, at ikki ber til hjá Mentamálaráðnum at stuðla við aftuvirkandi kraft.” Eitt annað argument fyri ikki at stuðla mínari orðabók, sigur Jóan Petur Hentze í skrivi d. 03. desember 2004 vera: ”Støðan er tann, at hann (= Kári Davidsen) hevur eina nærum lidna orðabók, men ynskir fýra ársverk í stuðli eftir skipan, sum eitt nú Ulf Timmermann hevur fingið, tvs. kr. 1,2-1,5 mió(, sum nøkur ár seinni nú er bólgnað til 1.89 milljónir fyri onga bók). Hetta er ikki møguligt bæði vegna tørvandi játtan og at ikki ber til at játta stuðul til nakað, sum metast má liðugt.”
Jú tað er júst tað, ið tað ger, bæði Jóannes Dalsgaard, Jóan Petur Hentze, Petur Petersen og nú mín sann eisini Martin Næs, og nú er tað, at eg komi til spurningin til Jóannes Dalsgaard, hví tú ikki hevur nýtt seinnu helvt (skrivað við skákskrivt) undir spuningi 3 í svarskrivi til Jenis av Rana d. 16. novembur 2007 og rættað skriv d. 27. novembur 2007 frá Mentamálaráðnum, har stendur henda orðing, har stendur orðarætt endurgivið úr báðum versjónum:
”Ad 3: Vanlig mannagongd er, at Mentamálastýrið fær umsóknir frá høvundum ella forløgum, og tað stendur øllum í boði at søkja um studning til orðabókagerð. Tað er vanlig fortreyt, at umsóknin verður latin inn, áðrenn verkætlanin byrjar. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at studningur verður útgoldin til liðugt orðabókahandrit, um høvundur ella forlag ynskir hetta, og handritið annars lýkur faklig krøv.”
Hetta brotið er ikki neyðugt at vera løgfrøðingur fyri at skilja. Nei, tað man hvør 1. floks næmingur skilja, hví hava tit so ilt við at skilja hetta brotið Jóannes Dalsgaard og Petur Petersen, sum heldur ikki gjørdi vart við hetta brotið á fundi í Mentamálaráðnum í oktobur 2007, og loksins eisini Martin Næs 2008. Hetta brotið er dult sum mansmorð fyri mær. Hví? Hvør tykkara løðir, og hvør skjýtur?
Mín orðabók er liðug! Ikki við afturvirkandi kraft. Jú tit royna allar snildir at leggja tykkum í buktina, tí tit hava jú endarnar, og tí kunnu tit gera, sum tykkum lystir, men tann, sum líður mest undir tykkara avgerðum, er nú ikki eg, men Føroya ungdómur, mentan og vinnulív.