Opið kríggj millum Barcelona og Braithwaite

La Liga: FC Barcelona vil ikki vita av danska áleyparanum, men hann vil ikki fara uttan sínar pengar

Mynd: (Scanpix) Martin Braithwaite, t.h, til venjing saman við liðfeløgunum

Tað hevur verið óskil og fíggjarkreppa í FC Barcelona í eina tíð. Alíkavæl hevur felagið keypt inn fyri eina góða milliard krónur. Fyri at fáa pláss fyri nýggju spælarunum, so mugu aðrir út. Tí er tað endað við opnum kríggi millum FC Barcelona og danska Martin Braithwaite.

 

Hann kom til FC Barcelona í feburar 2020, eftir at katalanska stórfelagið fekk serloyvi at keypa uttanfyri flytingarvindeygað, tí allir áleyparnir vóru skaddir. FC Barcelona útloysti keypstreytirnar í sáttmálanum við Leganes, sum einki kundi gera fyri at steðga søluni. Hóast liðið var í niðurflytingarvanda og einki kundi gera, so fekk Leganes ikki loyvi at keypa ein avloysara.

 

Martin Braithwaite gjørdi sáttmála  fyri fýra og eitt hálvt ár. Nú tvey eitt hálv ár seinni vil FC Barcelona ikki vita av danska áleyparnum, sum hevur fingið frátikið troyggju nummarið. Felagið ger alt, sum ber til fyri at fáa spælaran úr felagnum.

 

- Eg havi sagt við Martin Braithwaite, at hann ikki er ein partur av hópinum til hetta kappingarárið, og at tað er best at hann finnur eitt nýtt felag, er venjarin, Xavi, siteraður fyri at siga.

 

Danski áleyparin vil tó ikki fara, uttan at hann fær restina av lønini útgoldna. Tað er alment kent, at Martin Braithwaite er avbera ríkur maður, tí hann hevur gjørt íløgur í USA, men málið við FC Barcelona tykist vera eitt prinsipp.

 

FC Barcelona ynskir, at danski landsliðsspælarin uppsigur sín sáttmála, men tað verður av ongum. Tað ljóðar úr sponskum miðlum, at Martin Braithwaite hevur eitt risa tilboð úr Saudiarabia. Um vikuskiftið spældi FC Barcelona venjingardyst á heimavølli og tað bleiv ýlt eftir Martin Braithwaite. FC Barcelona hevur higartil ikki kunnað skrásett nýggju keypini, tí felagið ikki lýkur fíggjarkrøvini hjá La Liga. Landskappingin byrjar komandi vikuskiftið.

 

Mynd: (Scanpix) Martin Braithwaite, t.h, til venjing saman við liðfeløgunum