Tiltakið »Ársins songrødd«, ið skuldi vera í Miðvági næsta vikuskifti er av ókendari orsøk flutt til komandi vikuskifti. Tað, ið fyrireikarnir ikki vistu, var at fleiri at luttakarunum antin skulu konfirmerast sunnudagin ella skulu luttaka á eini brass-band legu, ið Musikkskúlin í Vágum skipar fyri. Tað er eisini átaluvert at teir luttakarar, ið fyri tað fyrsta fingu venjingarfløguna alt ov seint, nú fyri tað næsta fáa bara nakrar fáar dagar at venja í, ístaðin fyri tær uml. tvær vikurnar.
Tað, sum er farið fram, haldi eg vera ógvuliga »amatøraktigt«. Samstundis vil eg heita á fyrireikarar av slíkum tiltøkum um at samarbeiða við tey, ið fáast við tónleik/mentan úti á bygdunum. Sum professionellur musikari er tað bæði óskiljandi og súrt at svølgja viðmerkingar frá øðrum tónleikafólkum sum »at tað ber simpulthen ikki til« ella at tey bara yppa øksl.
Annars eru øll vælkomin á konsert leygardagin 3.10 klokkan 17.00 á skúlanum á Giljanesi, her uml. 40 musikskúlanæmingar um alt landið fara at spæla livandi messingtónleik.
Vinarliga
Stefan Simonsen, musikkleiðari, Sandavágur