Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni nevnir, at fyrstu átta mánaðirnar í fjør vóru fólk fastspent 16 ferðir, úr fimm tímum upp í 43 dagar. Umboðsmaðurin skrivar, at í øllum førunum var tann grundgeving nýtt, at vandi var á ferð.
Løgtingsins umboðsmaður skrivar, at hon hevur hvørki førleikar ella heimild til at meta um, hvørt nýtslan av tvingsilsfyriskipanum hevur verið hóskandi og heimilað í einstøku førunum. Føroya Kærustovnur er skrivari fyri Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, og í ársfrágreiðingini hjá Føroya Kærustovnur er at lesa, at Psykiatriska Sjúklingakærunevndin fekk fimm kærur um tvingsinsfastspenningar í 2016. Onkrir av sjúklingunum vóru fastspentir við maga-, hond- og fótreim í 8, 18 og 28 dagar.
Tað er so staðfest, at fleiri føroyingar liggja fastspentir á afturlatnu deild á psykiatriska deplinum í fleiri vikur.
Sambært psykiatrilógini má fastspenning einans nýtast at fyribyrgja, at ein sjúklingur setir seg sjálvan ella onnur í ítøkiligan vanda, at ein sjúklingur jagstrar ella er øðrum sjúklingum til ampa ella ger herverk í ikki týdningarleysan mun.
Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum sigur, at í ávísum førum er neyðugt at halda fólk fastspent í longri tíð.
- Vit síggja, at í mun til onnur lond, so hava vit lutfalsliga fáar og stuttar fastspenningar. Tó skal sigast, at júst í fjør vóru tveir sera sjúkir sjúklingar, sum gjørdu tað neyðugt at hava teir spentar fastar longri. Í øllum mínum 12 árum her á deildini havi eg ongantíð upplivað, at fólk hava ligið fastspent so leingi áður, sigur hann.
Hann greiðir frá, at nakrir psykiatriskir sjúklingar eru sera ógvusligir og vandamiklir, teir eru kanska sinnissjúkir og hava lítið samband við veruleikan. Tey kunnu tí gerast ógvuliga hóttandi mótvegis starvsfólkunum.
- Tey eru ofta klár til at loypa á, koma við hóttanum bæði móti starvsfólkunum og móti familjuni hjá starvsfólkunum, sigur Tórmóður Stórá.
Tað er í slíkum støðum, at starvsfólkini kunnu spenna fólk fast við magabelti, fót- ella hondreim. Eisini kunnu fólk ílatast serligar handskar, um tey klóra og skaða seg sjálvi.
Sleppa upp at standa
Tórmóður Stórá sigur, at hóast fólk verða spent fast, so liggja tey ikki í songini alt døgnið. Tey sleppa út á vesi ella at ganga ein túr, men skulu so í songina aftur.
- Vit royna so av og á at loysa tey, fyri at vita, hvussu gongur. Vísir tað seg, at tey so øsa seg aftur, so verða tey spent fast aftur, sigur Tórmóður Stórá.
Yvirlæknin greiðir frá, at vit í Føroyum fylgja danskari lóg og nýta tey amboð, sum lógin tilskilar. Í øðrum londum eru aðrar skipanir. Ísland hevur tvingsilsfastspenning ikki verið nýtt síðani 1932 og í Onglandi hevur tvingsilsfastspenning verið ólóglig síðani 1983. Har hava tey tí ment aðrar mannagongdir, sum millum annað umfata einarúm og bráðfeingistoymi.
- Í Onglandi verður nógv nýtt at halda sjúklinginum føstum og fylla hann við heilivági, inntil hann ikki longur fær rørt seg. Tað verður ofta kallað ein kemisk spennitroyggja. Musklarnir verða stívir, tú fært ikki gjørt um teg, men ræðslan í sinninum er hin sama, sjúklingurin fær bara ikki gjørt vart við seg longur. So er spurningurin, um tað er nøkur betri loysn, sigur Tórmóður Stórá.
Eru undir eftilitið 24/7
Løgtingsins Umboðsmaður hartar psykiatriska depilin fyri ikki at kunna skjalprógva, at sjúklingarnir verða eftirkannaðir tríggjar ferðir um døgnið, sum psykiatrilógin sigur. Tórmóður Stórá sigur, at hetta merkir als ikki, at fastspentu fólkini liggja fyri seg sjálvi, uttan uppsýn, í fleiri tímar.
- Tá ein persónur verður spentur fastur, verður eitt starvsfólk sett av til at taka sær av viðkomandi. Tað merkir, at viðkomandi er inni í stovuni og hevur umsorgan við sjúklinginum. Hetta er 24 tímar um døgnið, meðan onkur liggur í belti, sigur hann.
- Harumframt gera vit hvønn tíma eina kanning av sjúklinginum, har vit mála blóðtrýst og puls, um tað ber til, umframt at skráseta, um sjúklingurin er við vit, vakin og so framvegis. Sjúklingurin fær eisini ein sjúklingaráðgeva á vitjan innan 24 tímar eftir, at hann er spentur fastur, sigur yvirlæknin.
Sjúklingaráðgevin er ein uttanveltaður persónur, sum skal stuðla sjúklinginum og gera eina meting um, hvørt fastspenningin er farin rætt fram ella ikki.
Eftirkanningin, sum løgtingsins umboðsmaður vísir til, er, at tríggjar ferðir um døgnið skal ein meting gerast av sjúklinginum, hvørt fastspenningin skal halda fram ella ikki. Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at psykiatriski depilin ikki kann skjalprógva, at hetta verður gjørt hvørja ferð.
- Eg vil tó vera við, at hetta er nakað, sum verður gjørt hvørja ferð. Ein lækni eftirkannar um dagin, meðan sjúkrarøktarfrøðingar gera metingarnar um kvøldið og náttina. Sjálvandi skulu vit syrgja fyri, at hetta verður skrásett hvørja ferð, sigur Tórmóður Stórá.
Betri enn at senda tey niður
Løgtingsins umboðsmaður ákærir psykiatriska depilin fyri brot á altjóða barnarættindini, tí at eitt 15 ára gamalt barn var innlagt á deildini, tá hon var til eftirlitsvitjan.
- Psykiatrilógin er jú galdandi fyri bæði børn og vaksin, men avbjóðingin hjá okkum er, at vit hava ikki egna deild til børn og ung. Einasta alternativið hjá okkum í hesum førinum er at senda børnini til Danmarkar, og tað hava vit eisini onkuntíð gjørt. Tað tekur barnarættindasáttmálin ikki støðu til, men eg spyrji meg sjálvan, um tað er ein betri loysn, sigur leiðandi yvirlæknin á psykiatrisku deildini.