Finnbogi Arge
---
Vit høvdu klaver heima hjá okkum, men tað var lítið brúkt . Eg var sendur til Miu Waagstein við Krókabrekkuna at læra at spæla. Hon var vinarlig, segði at eg sló hart á tangentarnar, men tá eg helt, at eg fór at gevast, mótmælti hon ikki.
Í Hoydølum høvdu vit sangtíma í 1. g . Eyðun Sørensen ætlaði at gera eitt kór, og hann bað tí hvønn einstakan næming koma inn í sanghølið at raka nakrar tónar. Tá vit høvdu verið inni, segði hann, at øll kundu brúkast uttan ein, men hann segði ongantíð, hvør tað var.
Eg føldi meg raktan, tí eg fór ongantíð at syngja í kóri . Í felagssangi, veitslulagi ella aðrastaðni, har sungið verður, tigi eg sum oftast og lurti eftir teimum, sum duga at syngja.
Hóast ongin sangari, dámar mær mestsum alt slag av tónleiki, og einsamallur í bilinum eri eg sum ein tannáringur og skrúvi for frá. Tá kann eg gott finna uppá at syngja hart.
Eg havi mangan undrast, hvussu væl tað liggur fyri hjá teimum flestu, eg kenni, at fáast við sang og tónleik . Okkurt serligt ger seg galdandi í okkara fólki, bæði áhugin og evnini eru har, vit hava eitt sjáldsamt tilfeingi.
Hóast eginleikarnir tykjast viðføddir hjá summum, hugsi eg, at tað eisini er umhvørvið, sum skapar áhugan og úrmælingarnar. Musikkskúlin og Symfonieorkestrið, tingini hanga saman.
Sangfuglarnir koma úr samkomu og kirkju, úr kórum og orkestrum, teir eru allastaðni, har karmarnir ella pallarnir eru.
Eitt samfelag skal troyta tað tilfeingið, tað hevur. Tað er nógv lættari at byggja á nakað,sum hevur ment seg natúrliga í fólkinum, enn at byrja á berum. Tí er tað so upplagt, at vit gera alt fyri at menna sangin og tónleikin enn meira í landinum.
Føroyskir tónar ríka okkum sum ongantíð fyrr . Nú ríka teir eisini fólk í øðrum londum við. Tað veri seg jazz, blues, country, rock og alt frá Teiti og Eivør til Orca og Týr!
Vit hava møguleikan at gera Tórshavnar Kommunu til ein veruligan tónleikamiðdepil . Tora vit at taka av ?