Sambært Marin Katrinu Frýdal, forkvinnu í teknisku nevnd, verða parkeringsbásarnir tiknir burtur í summar, so summargestirnir kunna sita úti í góðveðrinum og njóta vakra útsýnið út á fjørðin.
- Eisini koma so nógvir spennandi útlendskir bátar á vitjan, og er tað munandi hugaligari at síggja teir, enn inn í útstoyti á bilunum, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Teknisku nevnd hjá býráðnum.
Í fjør summar vóru nakrir av parkeringsbásunum á Vágsbotni tiknir burtur, og borð og benkur vóru sett í staðin.










