Ongin nýggjur flokkur

Veljarin fær ikki fleiri valmøguleikar 1. september, nú freistin er úti at boða frá stovnan av nýggjum flokkum.

In.fo hevur í morgun fingið váttað frá almannaráðnum, at ongin fráboðan er komin um stovnan av nýggjum flokki, og sostatt er greitt, at veljarin 1. september hevur sjey flokkar at velja ímillum, Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Nýtt Sjálvstýri, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkin.


Freistin at boða frá stovnan av nýggjum flokki til løgtingsvalið 1. september 2015 var úti í gjár.


Seinast ongin nýggjur flokkur var at síggja á vallistanum var til valið í 2002. Tá stillaðu seks flokkar upp til val, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin. Tað var ein minking uppá tveir flokkar frá 1998, tá Verkamannafylkingin og Kristiligi Fólkaflokkurin eisini stillaðu upp.


Í 2004 var tað Hin Stuttligi Flokkurin, ið legðist aftrat á vallistanum. Tann flokkurin stillaði ikki uppaftur í 2008, men tá bjóðaði Miðnámsflokkurin seg fram. Til seinasta val var tað Framsókn, ið á fyrsta sinni stillaði upp.


Okkurt nýtt er tó at síggja á atkvøðuseðlinum, tí hetta er fyrstu ferð, at listi D eitur Nýtt Sjálvstýri í staðin fyri aldargamla navnið Sjálvstýrisflokkurin.