Hóast Fjarðafestivalurin er komin næstan hálva leið, eru ongin endalig skrá til festivalin enn. Tað kemst av, at bólkarnir Sarah Kelly og Superhero ikki eru komin til landið. Tey eru seinkaði í eitt gott døgn nú, men skulu eftir ætlan lenda í kvøld. Sarah Kelly klokkan 18.15 og Superhero, sum skuldu verið í gjár, klokkan 20.15.
Í løtuni sita fyrireikararnir og fundast um hvussu skal farast fram, og fylgt verður sjálvandi við málinum.










