Ongan tíð kent seg útlendskan

Føroyingar eru nakað serstakt fyri íslendingar, sigur Jógvan Hansen, sum ikki eina løtu hevur kent seg hava minni møguleika enn kappingar­neytarnir í X-factor



Frá onkrum eygleiðara varð roknað við, at Jógv­an Hansen ikki fór at koma so langt í X-factor kappingini. Ikki tí fyrr­verandi Aria-front­mað­urin vantaði røddina ella talentið, men heldur tí hann ikki var íslendingur, varð sagt.
Sigurin í kappingini var tó ein andsøgn til hetta, og sjálvur sigur Jógvan, at hann so ongan tíð hevur kent hetta sum nakran vansa í kapping­ini.
– Fyri mítt viðkomandi má eg bara siga, at hevði ilt við at taka ta útsøgnina í álvara. Eg havi frá fyrsta degi kent meg sera væl í Íslandi. Eisini í kapp­ingini, har eg ongan tíð havi hoyrt eitt tað ein­asta skeiva orð um mín uppruna. Um nakað, so er tað heldur øvugt. Ís­lendingar eru sera gesta­blíðir, og ert tú før­oyingur, so er gestablídni bara enn størri.
- Og so var eg heldur ikki heilt ókendur. Hár­fríðkanarstovan, sum eg eigi part av, er millum tær størstu í Reykjavík, so tað eru eisini hampu­liga nógv fólk, sum eg havi samband við í ger­andisdegnum. Og heldur ikki her havi eg nakran tíð hoyrt eitt ilt orð um, at eg eri føroyingur.