Bussurin fekk ikki koyrt í morgun, tí so nogv grót varð lopið oamn á vegnum Klokkan sjey í morgun boðaði ein bilførari politinum frá, at grót varð lopið oman á vegin. Tað var tó ikki meira grót enn so, at bilførarin sjálvur fekk ruddað vegin.
Eitt korter seinni var meira lopið, tí bussurin slapp ikki framvið.
Politiið boðaði Landsverki frá, og so varð vegurin ruddaður.
Tað er harða frostið og síðan blotið í jørðini og nógv regn, sum elvir til, at grót og annað tilfar nú loysnar.