Olympiski kyndilin komin til Delhi

Indiska stjórnin tekur eingi óráð fyri. Nógvir tibetanarar liva í India, og teir hava boðað frá stórum mótmælisgongum í samband við olympisku kyndlarenningina. Tibetanarnir og viðhaldsfólk teirra hava elvt til rok í samband við kyndlarenningarnar, sum hava verið í London, París og San Francisco. Indisku myndugleikarnir hava valt at broyta og stytta farleiðina hjá tí olympiska kyndlinum, og teir hava ikki boðað frá nøkrum klokkutíðum av ótta fyri teimum 100.000 tibetanarunum, sum búgva í økinum. Myndugleikarnir hava stongt fleiri høvuðsvegir í Delhi, og hetta hevur elvt til stórar ferðslutøppar kring allan býin. Fleiri løgreglufólk eru útgjørd við eldsløkkjarum og brandteppum, tí óttast verður fyri, at fleiri av tibetansku mótmælisfólkunum ætla at seta eld á seg sjálvan. 70 ítróttarfólk og onnur kend fólk í India skulu bera kyndilin gjøgnum Delhi. Mett verður, at farleiðin hjá olympiska kyndlinum er stytt niður í ein triðing av tí, sum var upprunaliga ætlað.