Havnarborgarar hava mangan havt ilt av, at størsta oljugoymslan í landinum hevur ligið mitt í høvuðsstaðnum. Á Viðarnesi við Vestaru bryggju í Havn standa í dag 18 oljutangar, sum Statoil og Shell eiga. Økið á Viðarnesi leiga oljufeløgini frá Tórshavnar Kommunu, men leigusáttmálin gongur út í næstum.
Samráðingar hava tó verið millum Tórshavnar Kommunu og oljufeløgini um ein nýggjan langtíðarsáttmála, og á fundi mánakvøldið viðgjørdi havnanevndin hjá Tórshavnar Kommunu uppskotið til ein slíkan sáttmála.
Einmælt samtykt
Nýggi sáttmálin millum Tórshavnar Býráð og oljufeløgini verður galdandi fyri eitt 25 ára skeið, men ávísar týðandi treytir eru settar í sáttmálanum.
Millum annað er ásett í sáttmálanum, at bróðurparturin av teimum 18 tangunum, sum í løtuni standa á Viðarnesi, skulu takast niður innan 12 ár.
Allir tangarnir hjá Shell, sum eru níggju í tali, skulu takast niður, og Shell skal ístaðin seta tveir spildurnýggjar tangar upp, sum fara at rúma okkurt um 2.400 fermetrar.
Tað er tað sama, sum teir báðir nýggjastu tangarnir hjá Statoil á Viðarnesi eru til støddar, og júst hesir báðir tangarnir hjá Statoil verða teir einastu av núverandi tangunum, ið sleppa at standa eftir, tá ið 12 ár eru farin aftur um bak.
Sostatt verða tað í framtíðini bert fýra oljutangar, sum verða 2.400 fermetrar hvør, ið koma at standa á Viðarnesi.
Havnanevndin viðgjørdi sáttmálan mánakvøldið, og uppskotið varð einmælt samtykt.
Bert gassolja
Formaðurin í havnanevndini hjá býráðnum, Leivur Hansen, sigur, at umframt treytina við at flestu tangarnir verða tiknir niður næstu árini, eru eisini týðandi broytingar í sambandi við nýggja sáttmálan.
Týdningarmiklasta broytingin verður ivaleyst tann, at tað framyvir bert verður gassolja, ið verður goymd á Viðarnesi. Oljufeløgini bæði fara framyvir ikki at goyma bensin í høvuðsstaðnum.
Bensingoymslan hjá Statoil verður í Søldarfirði, meðan tann hjá Shell framyvir verður í Klaksvík.
Býráðið eigur endiliga orðið
Leivur Hansen sigur, at nú hevur havnanevndin tikið endaliga støðu til uppskotið um nýggjan leigusáttmála og tikið undir við honum, og nú fer málið víðari í politisku skipanini.
- Málið verður nú beint í byggi- og býarskipanarnevndina til viðgerðar, og tá ið hon hevur viðgjørt málið, fer tað víðari í býráðið. Tað er sjálvt býráðið, ið eigur seinasta orðið, og sum skal endaliga samtykja leigusáttmálan, sigur Leivur Hansen.