Oljumýggjabitar súgva seg feitar

Tær smáu fyri­tøkurnar fáa størri týdning í oljuvinnuni

Jógvan Hugo Gardar, Oslo

Mýggjabitarnir – tær smáu oljufyritøkurnar – hava seinastu árini fing­ið ein øktan leiklut í norsku vinnuni, og undan seinast TFO-umfarinum (for­hånds­definerte områder) sum bleiv latið upp seinast í januar, sótu mýggjabitarnir á 45 fyristøðuloyvum og sum samstarvsfelagar í 102 loyvum. TFO-umfarið í januar lat upp dyrnar fyri átta nýggjum feløgum – harímillum Føroya Kol­vetni. Men hesi nýggju feløgini standa álíkavæl bert fyri umleið tveimum prosentum av framleiðsluni á norska landgrunninum. Sambært fesku Econ-frá­greiðingini ”New Kids on the Block - A survey of the newcomers”, so vilja hesi økja sín part til millum seks og sjey prosent fram til 2009 – men so vil teirra leiklutur aftur minka.
Men leikluturin hjá teim­um smáu økist og fær størri týdning.
Taka restirnar
Tá risarnir eru mettir, koma mýggjabitarnir og taka tað sum eftir er. So er eisini innan oljuvinnuna. Í Noregi hava onkrir eygleiðarar ver­ið bangnir fyri at saman­renningin millum Statoil og Norsk Hydro vil køva restina av oljuvinnuni. Men so verður neyvan, og tað verdur kanska heldur so at tey smá feløgini nú fáa betri pláss í norsku frá­landavinnuni.
Fyritøkan Econ, ið millum annað eygleiðir og greinar sundur tað sum hendir innan oljuvinnuna, kemur í sínu fesku frágreðing til tað niðurstøðu, at tey smá feløgini, mýggjabitarnir, hava framtíðina fyri sær.
Stjórin fyri oljudeildina hjá Econ, Eivind Magnus, sigur í viðtalu við Aften­posten, at norskir myndug­leikar eftir samanrenningina millum Statoil og Norsk Hydro, noyðast at hugsa av nýggjum um hvussu loyvini skulu gevast framyvir, og hvussu nýggj feløg skulu lokkast inn í norsku frá­landavinnuna.
Hann meinar at meir kapping á økinum vil hava all stóran týdning fyri vinn­una, og at uppfinnsemi og nýggjar loysnir vilja økja um kappingina.
Proppin út aftur
Bård Johansen í Aker Ex­plora­tion sigur, í við­talu við Aftenposten, at hann roknar við at eitt stórt Statoil/Hydro vil vera við til at styrkja um støð­una hjá minni og nýggj­um fyritøkum innan olju­vinnuna.
Tey smáu feløgini hava higartil havt ein leiklut sum tey sum taka yvir fram­leiðsluna í einum brunni tá hann nærkast at vera tómur, og tey stóru oljufeløgini ikki fáa vundið nóg stóran vinning burturúr teimum. Tey smáu feløgini leita eis­ini eftir brunnum har propp­ur er settur í, men sum álíkavæl hava olju ella gass í sær. Her í Noregi hevur millum annað kanadiska Talisman Energy saman við norsku mýggjabitunum Pertra og Revus komið sær inn á gamla Statoil-brunnin Yme. Talan er um at taka proppin úr og byrja framleiðslu aftur á Yme seinni í ár.
Tær nýggju fyritøkurnar
Econ hevur kannað hvørjar fyritøkur sum eru komnar inn í norsku oljuvinnuna seinastu sjey árini. Í 2000 avgjørdu norskir mynd­ug­leikar at meir skuldi gerast fyri at leggja til rættis fyri nýggjum fyritøkum í olju­vinnuni. Millum ann­að broyttu norðmenn skatta­lóggávuna í 2004. Í 2000 vóru 15 feløg virkin í norsku oljuvinnuni. Hetta talið var á nýggjárinum 2006/2007 komð uppá 44 fyritøkur. Bara í 2006 fingu 23 nýggjar fyritøkur góðkenning til at arbeiða í norsku oljuvinnuni. Talan er her um bæði nýggj og og smá feløg, og stórar altjóða fyritøkur sum ikki áður hava virka í Noregi.
Eivind Magnus sigur at hann roknar við at tað vit nú síggja bara er byrjanin, og at nógvar broytingar koma at henda. Fyritøkur verða keyptar upp, lagdar saman og nakrar vilja bara hvørva komandi árini.
---------
Noreg:
– Hava lagt til rættis fyri teimum smáu

Seinastu seks-sjey árini hava norðmenn roynt at fáa tær smærru oljufyritøkurnar við. Og tær eru vælkomnar.


Støðan í norsku oljuvinnuni uppundir aldarskifti var at oljufeløgini vístu minkandi áhuga fyri nýggjum íløgum á norska landgrunninum. Hetta fekk myndugleikarnir til at hugsa av nýggjum.
– Tann minkandi áhugin gjørdi at vit noyddust at hugsa nýtt. Færri feløg vístu áhuga, samstundis sum vit ynsktu meir virksemi, sigur Gunnar Gjerde, deildarleiðarin á olju- og gassdeildini í norska oljumálaráðnum.
Hann sigur at tey settu sær sum mála at fáa víst norska landgrunnin fram fyri oljufólkið kring allan heim, og brúktu millum annað nógva tíð til at vitja millum annað møtipláss fyri oljuídnaðin í Stóra-Bretlandi og USA.
– Tað eydnaðist okkum at fáa vakt áhugan av nýggjum. Broytingar í skattalóggávuni í 2004 gjørdu eisini at feløgini sóu stórar møguleikar hjá okkum. Vit skulu sjálvandi heldur ikki gloyma at høgi oljuprísurin eisini økir áhugan og viljan til at seta pengar í oljuvinnuna, sigur Gunnar Gjerde.
Hann leggur eisini dent á at sjálvt um mýggjabitarnir nú eru vælkomnir á norska landgrunninum, so ynskja norskir myndugleikar eisini fleiri meðalstór oljufeløg inn, sum eisini vilja seta pengar í leiting eftir olju á nýggjum økjum.
-----------
Kunnu hava líknandi leiklut í Føroyum

Tað er einki í vegin fyri at smærru oljufeløgini eis­ini fáa sín part av leit­ingini eftir olju undir Før­oyum, sigur stjórin fyri Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu.
– Í Bretlandi hava tey eina skipan við sonevnd ”promotion licenses”. Endamálið við hesum loyv­unum er at fáa, oft­ani smá feløg, sum síggja ein møguleika, at arbeiða upp ella búna økið/pro­spektið fyri seinni at selja burturav til størri feløg í eini møguligari boring. Smærri feløg kunnnu hava ein líknandi leiklut í Føroyum, sigur Sigurð í Jákupsstovu.