Óli og Sävehof vunnu á heimavølli

Sävehof hevur fimm stig fyri fimm teir fyrstu dystirnar

Óli Mittún skoraði trý mál uppá fimm málroyndir, og brendi eitt brotskast, tá hann og liðfelagarnir í Sävehof á heimavølli vunnu 27-25 á Hammerby í dysti i bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Hammarby var á odda 15-14 í steðginum.

 

Komandi sunnudag hevur Sävehof aftur heimadyst í bestu deildini. Hesaferð er tað Aranäs sum kemur á vitjan.

 

Sävehof er nummar fimm í deildini við seks stigum fyri fimm teir fyrstu dystirnar higartil í kappingini.