Søkt hevur verið eftir vikari til kirkjusóknirnar í Hoyvík og Kaldbak, nú sóknarpresturin Theodor Eli Dam Olsen fer í lestrarfarloyvi.
Á felags kirkjuráðsfundi í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í gjár varð Ólavur Eysturdal innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur.
Ólavur hevur seinastu tíðina regluliga hildið gudstænastur í føroysku fólkakirkjuni. Fyrsta kall hansara sum virkandi sóknarprestur var á Fjóni.
Tíðarskeiðið telur fæyra mánaðir, frá august til november 2023.
Ætlanin er, at Ólavur verður skipaður í embætið sum virkandi sóknarprestur ein av sunnudøgunum undan ólavsøku, skrivar Fólkakirkjan.











