Í Føroyum hava vit fimm áhugabólkar innan heilsurøkt. Til dømis arbeiðir ein innan eldraøkið, ein arbeiðir fyri sálarsjúk og ein áhugabólkur er so eisini, ið arbeiðir fyri børnini.
Hesin síðstnevndi hevur einar 40 limir, sum allir dagliga arbeiða við børnum og heilsu, t.d. sjúkrarøktarfrøðingar á barna- og føðideildum og heilsufrøðingar, sum arbeiða við smábørnum og skúlabørnum. Barnaáhugabólkurin eitur FÀ 5, ið merkir fakligur áhugabólkur nummar 5.
Norðurlendskt samstarv
Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, er formaður í FÁ 5. Hon greiðir frá, at tað eru slíkir áhugabólkar fyri børnum og heilsu í øllum norðurlondunum, og at tað er eitt sera gott og tætt samstarv ímillum nøkur av londunum.
Føroyar, Ísland, Danmark, Noreg og Svøríki møtast einaferð árliga. Grønland og Finnland eru ikki komin við í samstarvið enn, men Bjørgild vónar, at tað ikki verður so leingi, fyrr enn øll norðurlondini verða umboðað.
Norðurlendska samstarvið byrjaði í 1994, og FÁ 5 kom við í 2001.
? Vit møtast einaferð um árið í skiftandi vertslondum. Annaðhvørt ár er ein ráðstevna, har vit viðgera eitthvørt evni í samband við børn og heilsu, og annaðhvørt ár møtast vit til ein samstarvsfund, sigur hon.
Árligi samstarvsfundurin, og 10 ára jubileum fyri samstarvinum, hevur júst verið hildin her í Havnini, og Bjørghild sigur, at tær fingu allar sera nógv burturúr.
? Vit í Føroyum eru so isoleraðar til dagligt, langt burtur frá hinum, og tí er tað ómetaliga gott at kunna møtast, og greiða fra hvat rørir seg hjá hvørjum øðrum. À henda hátt frætta vit um øll hini norðanlondini, og ikki bert um Danmark, greiðir Bjørghild frá.
Til slíkar samstarvsfundir sum hesar, hava øll londini fyrireikað eina framløgu, um hvat rørir seg innan børn og heilsu júst nú. Fríggjadagurin verður nýttur til framløgur og kjak, soleiðis at fyrimunir og vansar við ymisku skipanunum kunnu verða funnir.
? Vit eru væl og virðiliga við, tá tað kemur til heilsurøkt hjá børnum, tað er so heilt víst. Vit hava avgjørt einki at skammast av, heldur Bjørghild.
? Sjálvsagt eru vit aftanfyri á nøkrum økjum, men vit eru frammaliga á øðrum økjum, so vit skulu als ikki smæðast burtur ímillum hesi stóru londini, heldur hon.
Eingi føroysk hagtøl
Bjørghild sigur, at tað kom sera nógv av skafti á fundinum, sum júst varð hildin í Havn.
? Til samstarvsfundirnar, sum eru annaðhvørt ár, eru bert formenn í ymsu áhugabólkunum við. Vertslandið hevur tó alla nevndina við á fundunum. Men hóast vit bert vóru eini 20, so hava vit allar fingið nógv burturúr.
Eitt av evnunum, sum tosað varð um, var um heilsurøkt á skúlunum. Danmark hevur í seinastuni skorið ógvuliga nógv niður, hvat í heilsurøkt í skúlunum viðvíkur.
Í Svøríki harafturímóti ganga skúlabørnini til heilsufrøðing líka til tey fara úr studentaskúlanum.
Føroyar liggja væl við á tí økinum, tí her ganga skúlabørnini til skúlaheilsufrøðingin til og við 9. flokk.
Eitt økið, har Føroyar tó halta aftaná, er innan hagtøl.
?Tað er ógvuliga spell ikki at hava nøkur tøl at samanbera við, fyri at síggja hvønn veg rákið fer hjá okkum. T.d. innan vekt. Tað verður jú ógviliga nógv talað um etingarólag, eisini hjá børnum. Stórur partur av børnunum verður sagdur annaðhvørt at vera ov lættur ella ov tungur. Vit í Føroyum hava tó eingi tøl at meta okkum eftir. Vit hava bert danskar talvur at samanbera okkum við, og tað er jú ikki tað sama, sigur Bjørghild.
Hon leggur dent á, at vit jú ikki eta kost, ið kann samanberast við kostin í nøkrum øðrum landi. Hon sigur, at hóast danski og føroyski døgverðamaturin er vorðin líkari tey seinastu árini, eta føroyskar familjur enn nakað av føroyskum mati, sum ikki kann samanberast við tann danska.
? Tað, sum er so forferdiliga spell, er, at øll tølini finnast. Heilsufrøðingar á skúlunum hava altíð skrivað øll neyðug tøl upp, fyri hvørt einasta barn, sum hevur gingið í skúla. Onkur má bara gera tað arbeiðið, sum tað er, at savna tølini og gera talvur og diagramm, staðfestir Bjørghild Djurhuus.
Hon dugir tó ikki at siga hvør ið skuldi gjørt hetta arbeiðið, tí heilsufrøðingarnir sjálvir hava ikki tíð til tess.
? Kanska man kundi sett onkran, ið var undir hægri viðkomandi lestri, at skipa tølini, heldur hon. Tað kundi kansk verið eitt lestrarprojekt.
? So vórðu tølini til taks, og vit kundu fingið nyttu av teimum, líkasum hini londini hava nyttu av sínum tølum, staðfestir Bjørghild Djurhuus.
Yvirlýsing
Á fundinum settu áhugabólkarnir sær eisini eitt mál.
? Vit ætla okkum at standa saman um eina yvirlýsing, ið júst skal snúgva seg um etingarólag hjá børnum. Hon skal sendast til Norðurlendska Ráðharraráðið, eins væl og til tær norðurlendsku stjórnirnar. Á henda hátt ætla vit at seta fokus á nøkur ting og markera okkum, greiðir Bjørghild frá.
Hon sigur at yvirlýsingin ætlandi skal vera send út seinast í hesum árinum.
?Hetta bleiv avgjørt á fundinum, sum var óalmindiliga konstruktivur. Tað er heilt sikkurt, at hetta nógva og stóra arbeiðið dryppar av onkustaðni, so tað ger ein mun, staðfestir Bjørghild.
Øll londini ganga høgt uppí hetta samstarvið, og øll síggja nyttuna av tí. Tí leggja vertslondini seg altíð eftir at velja eitt so gott og viðkomandi evnið sum gjørligt, og at samskipa ráðstevnurnar so væl sum yvirhøvur tilber.
Bjørghjild sigur, at FÁ 5 longu er farin undir at fyrireika næstu ferð, tær fáa vitjan av norðurlendska samstarvsbólkinum.
? Tað verður ikki fyrr enn í 2007, men tað er ongantíð ov tíðliga at byrja at fyrireika. Vit fara at seta okkum í samband við áhugabólkin fyri sálarsjúk, tí tær hildu eina so óalmindiliga væleydnaða ráðstevnu herfyri, greiðir Bjørghild frá.
Hon sigur, at tað til ráðstevnurnar koma eini 200-300 fólk, ið arbeiða innan børn og heilsu, so tað verður eitt størri tiltak enn samstarvsfundurin var.
? Tað er eitt stórt arbeiði, men tað gevur eisini úrslit. Og so havi eg nakrar ungar, deiligar og dynamiskar sjúkrasystrar afturat mær í nevndini. Nanna Kallsberg, Mari Johannesen, Gunnvá Viderø, Rúna Wardum, Minna Poulsen og Petra Arge eru í nevndini afturat mær. Tær eru veruliga nakrar eldsálir, sum brenna fyri tí, vit gera. Tá verður arbeiðið lættari av sær sjálvum, sigur Bjørghild Djurhuus at enda.