...og veðrið var sær sjálvum líkt!

Stemningurin var í topp undan dystinunm, og tjaldið, sum 12. maður hevði sett upp vestanvert Gundadalshøllina kókaði. Og sjálvt ikki avfallið av Himli kundi leggja køvandi hond á lagið, tá Føroyar megnaðu eitt lítið 1-2 tap móti sjálvum heimsmeistarunum

Tað sást lítið og einki til teir, tifosi úr italia.

Tað er synd at siga, at býurin var avtaglaður av italienskum áskoðarum, tí hóast teir uttan iva vóru har, so sást lítið og einki til teir. Men satt skal vera satt: tað sást eisini lítið til teir føroysku áskoðararnar.

Tað vil siga. Tíma ella hálvan annan áðrenn dystin var lagið av tí allarbesta, og tað var trupult at sleppa inn í tjaldið, sum felagið 12. maður hevði sett upp vestanvert Gundadalshøllina, og sum fyri fyrstu ferð kundi bjóða føroysku viðhaldsfólkunum – og øðrum við – ein leskandi dropa. Og tað setti púra vist lagið nøkur stig uppeftir.

Og teir høvdu gjørt nógv burturúr. Teir høvdu fingið fleiri av fremstu tónleikarunum at spæla í tjaldinum, og tað setti sín serliga dám á. Nú vóru vit so mikið seinir aftur, at vit bara fingu um endan á framførðsluni hjá Terja Rasmussen, men hansara Eros helt framhaldandi lív í stóra skaranum, sum inni var – og teimum uttanfyri eisini, má roknast við.

Einki kann tálma góðum føroyskum lag ein sovorðnan dag, slett ikki veðrið. Tí hóast vindurin helt sær nøkurlunda í skinninum, so dropaði alt meir og meir av Himli, og tá dysturin endiliga bleiv bríkslaður í gongd, køldi regnið í ólukkumát áskoðararnar. Men tað ávirkaði so ikki lagið á setrunum kring vøllin, tí tað er jú ikki á hvørjum degi, at tú sær heimsmeistararnar í fótbólti á Tórsvølli.

 

Hví?

Vit sótu so har, spent øll somul. Fyrstu løtuna tóktist, sum føroyingarnir spæældu javnt upp við italsku heimsmeistararnar. Og so kom fyrsta málið. Á fótbóltsmáli eitt kloddamál, og tá tú so sá tað umaftur í sjónvarpinum, kundi tú ikki gera annað enn at viðganga, at vit vóru ótrúliga óhepnir í teirri støðuni.

Jón Rói rakk akkurát ikki bóltinum, og Jákup var brotpartin av sekundi ov seinur at fáa hendur á honum. Spell.

Einki slíkt kann tó fáa áskoðararnar at falla í fátt, og støðugu rópini Føroyar Føroyar rungaðu um vøllin. Alla tíðina. Og so kundu vit sita og hugsa um, hví landsliðsvenjarin hevði sett ein eykaleikara á botnliðinum í næstbestu donsku deildin á vøllin, meðan liðskiparin á oddaliðnum í somu deild sat á beinkinum. Men tað mannn vera sama grundin, sum at hann sær helit burtur frá frægasta »føroyska« leikaranum fyri tíðina, Claus Beck Jørgensen.

Eftir stendur barta spurningurin, hvat hvði hent, um vit høvdu stillað við best møguliga føroyska landsliðnum!

Men tað kundi mann bara sita og hugsa um, meðan regndroparnir spakuliga drippaðu undan nøsini. Hetta var hóast alt ein løta, sum mann kundi njóta. Eisini sjálvt um regnið hevði sítt at siga. Og tá tað er sagt helt mann seg kunna merkja, at italiumenn ikki fótaðu sær líka væl á vøllinum sum føroyingarnir. So einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt.

Óansæð hvat, so endaði dagurin líka væl sum hann byrjaði. Vit høvdu gott veður um morgunin, og um tað gjørdist í so vátt út á kvøldið, so fingu vit eitt megnar úrslit á Tórsvølli – móti sjálvum heimsmeistarunum.