– Øll fyri Sandoyartunlinum

– Allir flokkar vilja nú seta pengar av til Sandoyartunnilin, og tá ein breiður meiriluti er fyri hesum, er hetta ikki longur eitt samgongumál.

Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum samstundis ásannar, at meiriluti ikki longur er fyri at brúka 150 milliónir krónur úr gamla Landsbankanum til at skjóta Sandoyartunnilin í gongd.

Hoyr samrøðu við løgmann, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.