Meinhard Jensen
Joel og Ethan Coen eru brøður og hava gjørt film saman síðan í áttatiárunum. Kendast eru ?Fargo? og ?The Big Lebowski?. Nýggi filmurin eitur ?O Brother, Where Art Thou??
Tað stendur í byrjanini á O Brother, Where Art Thou?, at filmurin er bygdur á Odysseuskvæðið hjá Homeros. Tað varð skrivað fyri knøppum 3000 árum síðan og er ein høvuðstuðul undir europeiska hetjukvæðinum og vesturlendskum bókmentum. Evnið er heimferð Odysseusar eftir bardaga í Troja. Hann skal heim at vinna valdið og konu sína, Penelopu, aftur. Tað eydnast, men nógv strev og mótgangur koma honum í vegin fyrst.
Søgan
Odysseus eitur Ulysses á enskum, og tað er eisini navnið hjá høvuðspersóninum í ?O Brother, Where Art Thou??, sum er spældur av George Clooney. Hann og vinmenninir Pete og Delmar (Tim Blake Nelson og John Turturro) flýggja úr fangahúsi og byrja soleiðis ferð sína í stríputum klæðum við leinkjum um beinini.
Ulysses hevur sagt vinum sínum, at teir skulu fáa part í einum stórum skatti, sum hann hevur grivið niður. Við byrjanina av ferðini møta teir einum blindum síggjara, sum sigur Ulysses, at hann fer at finna ein skatt, men tað verður gjøgnum mikið stríð og nógvan mótgang. Blindi síggjarin er tikin úr grikska skaldarheiminum, men her er hann settur inn í ein suðurstatssamanhang, tá modernaði tónleikurin lá í vøgguni, tó kanska búnari enn í dag á mongum økjum, og amerikanska tjóðin baksaðist við búskaparliga depressión.
Heitið
Heitið á filminum ljóðar sum róp frá einum øvutum Káin kompleksi. Tað er tikið úr ?Sullivan?s Travels? hjá Preston Sturge, har tað var ein skemtifilmsleikstjóri, sum vildi sleppa at gera ein álvarsligan film, sum skuldi eita O Brother, Where Art Thou?, men hann doyði áðrenn. Nú hava Coen brøðurnir nýtt heitið, til eina søgu, sum fyrst og fremst er vøkur og stuttlig við álvarsomum undirtónum.
Dámur
Tað er týðiligt, at Coen brøðurnir hava roynt at funnið so nógv element, sum til ber, fyri at endurskapa suðurstatirnar frá tríatiárunum. Men samstundis er filmurin tónleikasøga, ein griksk mýta og ein stuttligur filmur. Ein hending kann lýsa dámin, sum er samansettur av tí mytologiska og tí amerikanska. Ulysses, Delmar og Pete eru hálvgun vilstir í einum skógi og hoyra mitt í øllum sang. Sangurin er yndisligur spiritual, og hann kemur frá einum fylgi, sum er á veg gjøgnum skógin oman til ánna. Hetta er tað mytukenda, sum næstan kundi verið í Grikkalandi fyri 3000 árum síðan. Men sangararnir eru amerikufólk, helst babtistar, á veg oman til dóp. Hetta er so amerikanskt, sum Homer er grikskur.
Kykloparnir í Odysseuskvæðinum eru myndaðir í John Goodman, sum er ein einoygdur bíbliuseljari. Hann umboðar pengahungrandi partin av tí kristna Amerika. Men tá vit hoyra andaliga tónleikin, gloyma vit einstøku persónarnar og hendingarnar. Hetta fær eina listarliga dýpd, sum dregur alt hitt upp við sær, tá Ulysses einaferð móti endanum fer á knøini og biður Gud um eitt undur, og vatnið kemur ? henda gamla myndin upp á lív okkara og gerningar Guds, bæði fruktbæri og oyðing.
Aðrar hendingar eru, at teir møta einum manio-depressivum bankarænara, nøkrum hvíttklæddum Sírenum, sum syngja og vaska klæði í ánni, og fara á Ku Klux Klan fund. Við ein krossveg hitta teir ein svartan bluesguitarspælara, sum hevur selt sálina til Djevulin.
Tónleikurin
Coen brøðurnir hava sagt, at tónleikurin var valdur, áðrenn handritið varð skrivað, og tað er trúligt. Tónleikur og filmur hava altíð verið par, men stundum er tónleikurin meira berandi enn annars. ?Pulp Fiction?, ?Godfather III? og óteljandi musicals eru bara nøkur dømi.
Í O Brother, Where Art Thou er tónleikurin snildisliga samantvinnaður við søguna. Tað er blues, gospel, bluegrass og country, sett í sín rætta samanhang við pílagrímum, glataðum sálum, lógloysingum, profetum. Hóast filmurin er sjáldsama torførur at greina, so er hann ikki torgreiddur hóast alt. Hyggjarin fatar dýpdirnar í søguni og skilir, at tað snýr seg um amerikanska mentan, og at á øllum økjum er ónt og gott. Og hóast allan skilnað, so hevur tónleikurin dugað at skapa eitt sindur av einleika í mentanina.
Tónleikasíðuna hava Coen brøðurnir latið í góðar hendur. T-Bone Burnett stendur fyri henn.
Ikki í Føroyum
Hvørja viku koma nýggir filmar í biografin í Føroyum. Av øllum teimum, sum ikki koma, er eina størst saknur í hesum. Ikki er hann heilt óaktuellur enn. Um jólini varð hann frumsýndur í New York. So kanska finnur hann vegin higar. Hin báðir fyrru ?Fargo? og ?The Big Lebowski? vórðu báðir sýndir herheima.