Millum teir dystirnar har allarmest stendur upp á spæl í næstseinasta umfarinum er dysturin í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og TB.
Bæði liðini hava 16 stig hvør, tvey stig meir enn AB á aftasta plássinum. Tað liðið sum vinnur í Fuglafirði í morgin klokkan 15 verður í einari góðari støðu undan seinasta leikumfarinum.
12 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tær eru ikki heilt samdar.
Betsafe og Betsson hella til ein sigur til TB, meðan hinar 10 veddingarfyritøkurnar hella til sigur til ÍF.
Miðaloddsini upp á ein heimasigur til ÍF eru 2,22.
Miðaloddsini upp á ein útisigur til TB eru 2,93.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hvørki liðið kann brúka um AB vinnur á B68 eru 3,48.
HER eru oddsini:
##med2##