Fyri 20 árum síðani gav forlagið Fannir út søvnini Afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum eftir Petur Pólson og aldur hugans eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Nú, tjúgu ár seinni og – sum høvundarnir sjálvir taka til - nógv, nógv vísari, geva hesir báðir aftur søvn út saman.
Petur Pólson gevur út sjeynda savn sítt Opus 6 - ein symfoni fyri æðrar. Uni Árting hevur greitt savnið til prentingar.
Oddfríður Marni Rasmussen gevur út tólvta savn sítt Oktoberbløð í fallandi sól. Sára Mikkelsen hevur gjørt permuna.
Sprotin gevur bæði søvnini út.
Oddfríður og Petur fara at lesa upp nýtt og gamalt, og Knút Háberg Eysturstein og Benjamin Petersen spæla, tá søvnini verða løgd fram í Steinprenti mikukvøldið