Nú kunnu eisini turkar lesa føroyska rithøvundan Oddfríður M. Rasmussen á teirra egna móðurmáli. ?Faroe Işığı´ndan Seçmeler? er turkiska heitið á yrkingini ?Tað føroyska ljósið? hjá føroyska rithøvundanum, sum stendur at lesa í turkiska poesitíðarritinum ?Söyleşi Üç Aylık Şiir Dergisi?, sum kom út herfyri.
Temaið í tíðarritnum er oyggjar og serstaka ?oyggjakenslan?, lýst av eini røð av yrkjarum úr ymsum oyggjasamfeløgum.
Tað var umvegis Facebook, at turkiski ritstjórin, Dr. Nesrin Eruysal, vendi sær til føroyska yrkjaran og spurdi, um hon kundi sleppa at týða og prenta yrkingina.
Spurdur, hvussu tað kennist at koma út á turkiskum, sigur Oddfríður M. Rasmussen
- Tað er øgiliga stuttligt, sjálvt um eg ikki skilji eitt orð av turkisku týðingini.
Eisini heldur hann tað vera spennandi at frætta, at Dr. Nesrin Eruysal brúkar yrkingina í síni undirvísing í bókmentum.
- Tað er eitt sindur løgið, men avgjørt spennandi at hugsa um, at turkiskir næmingar sita og viðgera ?Tað føroyska ljósið? á turkiskum, sigur Oddfríður M. Rasmussen.
Umframt turkisku týðingina ?Faroe Işığı´ndan Seçmeler?, stendur yrkingin eisini at lesa á enskum í týðingini ?The Faroese light? hjá Gunnari Hoydal.
Turkiska poesitíðarritið »Söyleşi Üç Aylık Şiir Dergisi« kann lesast og takast niður á hesi slóðini: soylesipoetrymagazine.com/download-issues/