Oddagrein· Varaforsetin og fjølmiðlarnir

TAAC ráðstevnan var fakliga og innihaldsliga ein succes, og fokus varð sett á nógv týdningarmikil evni. Hóast alt sostatt gekk fakliga væl, so hava nøkur misljóð verið, ið vit ikki uttan víðari kunnu lata fara aftur við borðinum. Vit hugsa um handfaringina av vitjan Al Gores við atliti at fjølmiðlunum.

Tað er alkunnugt, at innlendskir so væl sum útlendskir fjølmiðlar eru vónsviknir av, at tíðindafólkið so at siga als ikki fekk orð á varaforsetan og umhvørviskempuna. Vit vístu á í oddagrein mánadagin, at júst vitjanin av Gore fór a virka fremjandi og framflytandi fyri Føroyar og serstakliga føroyska gransking úti í heimi. Hetta at nýta ein navnframan gest til at fremja framflutning ella tað, sum á fremmandmáli verður nevnt promovering, er heilt vanligt í øðrum londum. Hetta var sjálvsagt eisini ein av orsøkunum til vitjanina hjá fyrrverandi forsetanum Bill Clinton. At seta Føroyar á heimskortið, og tað skuldu ikki minst útlendsku tíðindafólkini rudda slóð fyri. Staðfestast kann uttan víðari, at líka so væl, sum Clinton vitjanin eydnaðist í tíðindahøpi, líka so vánlig var Gore vitjanin í hesum høpi.

 

Føroysk tíðindafólk eru vónsvikin, almenningurin er vónsvikin og tað, sum verri er: tey útlendsku tíðindafólkini eru vónsvikin. Vitjanin hjá Gore setti hvørki Føroyar ella TACC á heimskortið í tann mun hetta kundi verið gjørt, um hesin partur av vitjanini hevði riggað. Fjølmiðlafólk mugu spyrja, hví Gore var so styggur í mun til pressu og almenning? Vit mugu eisini spyrja, hví Gore var í Tinganesi, meðan okkara navnframi vísindamaður Bogi Hansen hevði sína sera týdningarmiklu framløgu. Bogi Hansen, professari, er heimsgitin fyri sína gransking av havstreymum og týdningi teirra fyri veðurlagið. Al Gore, fyrrverandi amerikanskur varaforseti og Føroya løgmaður áttu sjálvsagt at sitið í fremstu røð í Norðurlandahúsinum, meðan Bogi hevði sína framløgu. Framløgan, føroyski vísindamaðurin og Føroyar høvdu tá verið høvuðssøgan í útlendskum fjølmiðlum. Vit mistu her eitt einastandandi høvi at seta Føroyar og føroyska gransking á heimskortið júst hendan dagin. Illa fyriskipað! Ella hvør var orsøkin? Tað hjálpir ikki at skylda uppá Gore. Vitjan Gores í Íslandi dagin eftir vísti, at honum dámar væl fjølmiðlar og at stíga fram. Eftir stendur spurningurin: var hetta mál nóg professionelt handfarið av fyrireikarunum? Tann, sum bjóðar slíkum gesti, fær vanliga júst tað, hann ynskir og rindar fyri. Nógv bendir á, at vertirnir hava ikki tryggjað sær, at fjølmiðlaparturin av vitjan Gores var í lagi. Hetta er bæði synd og skomm, og útlendsku fjølmiðlafólkini, sum nú so nakkalong eru farin heimaftur, kunnu staðfesta, at vertirnir fyri eina annars fakliga framúrskarandi ráðstevnu megnaðu ikki í nóg stóran mun at brúka Al Gore, ið hevði størstu altjóða atdráttarmegina, til at seta Føroyar á heimskortið. Tað var jú m.a. tí hann varð boðin at vitja okkara vøkru oyggjar – at seta fokus á veðurlagið og á Føroyar.

 

Sosialurin