Oddagrein: Uppiborin viðurkenning til nútímans fyritøku

Ikki óvæntað gjørdist byggifyritøkan P/f Articon Ársins virki 2008.

Í grundgevingini fyri at velja P/F Articon sum Ársins virki 2008 vísir dómsnevndin millum annað á, at tað í dagsins samfelag eru starvsfólkini í fyritøkuni, sum bera fyritøkuna. Tað eru starvfólkini, sum við vitan og útbúgving, førleikum og vilja at veita marknaðinum tað, hann biður um, skapa ta álit á fyritøkuni, ið ber langt inn í versnandi tíðir. Víðari verður nevnt, at hvør kundi verður mettur sum nýggjur, sjálvt gamal samstarvsfelagi, og hvør uppgáva er nýggj, sjálvt um hon líkist henni, ið varð greidd í gjár. Dagurin í dag krevur nýggjar og rætt tillagaðar loysnir og fólk duga sjálvi at taka røttu avgerðirnar, kennast tey við málini, og best duga tey í eggjandi samstarvi. Hetta er ein beinrakin lýsing av tí ættarliðið, sum í dag myndar nógvar almennar og privatar fyritøkur og stovnar.

 

Dómsnevndin staðfestir, at alt fleiri fyritøkur í Føroyum skipa seg eftir nútímans meginreglum í og við, at tær leggja dent á fjøltáttaða útbúgving og endurútbúgving av starvsfólki. Hesi starvsfólk loysa uppgávurnar í toymum, har dygd, trygd og trivnaður verða sett í hásæti. Tað ber sostatt til at staðfesta, at fyritøkur, ið ásanna, at hesar eru fyritreytirnar fyri góðum kappingarføri og vøkstri, gerast vinnarfyritøkur. Tað, sum dómsnevndin sigur við hesum er, at fortreytirnar fyri at ein fyritøka kann mennast og geva avkast til ánararnar, er ein nútímans starvsfólkapolitikkur, har útbúgving, trivnaður og nútímans leiðsluførleikar eru sjálvt støðið undir fyritøkuni. Tað er m.a. hetta, ið ger eina føroyska fyritøku føra fyri at takla altjóðagerðina.

 

Vit hava tíbetur slíkar fyritøkur í Føroyum og dómsnevndin hevur so valt eina av hesum fyritøkum til Ársins virki 2008. Articon hevur eftir fáum árum við denti á dygd, trygd, trivnað og starvsfólkamenning megnað at gerast ein tann størsta fyritøkan í sínari vinnu í Føroyum. Articon hevur staðið seg væl í kapping og samstarvi við stóru útlendsku kappingarneytarnar. Altjóðagerðin setir nýggj og sera stór krøv til føroyskar vinnufyritøkur uttan mun til, hvørjum øki hesar fyritøkur virka á. Tann fyritøka, sum ásannar hetta og tískil hevur greið mál og strategiir til tess at takla hesa støðu, sum veruliga er nýggj fyri føroyskar fyritøkur, gerst ein vinnarafyritøka. Articon er júst ein slík fyritøka, sum eftir bert stutta tíð hevur vunnið sær stóra virðing sum eitt virki, ið framúr væl megnar og dugir at møta teimum stóru og nýggju krøvum, sum altjóðagerð og globalisering bera við sær. Viðurkenningin er væl uppiborin og vit ynskja P/Farticon til lukku og góðan byr í framtíðini.

Sosialurin