Tað áhguaverda við kanningini er, at meirilutin av føroyingum heldur, at tað er skeivt at lóggeva um javnstøðu. 39 prosent av monnunum og 17 prosent av kvinnunum halda als ikki, at javnstøða millum kynini er ein trupulleiki í Føroyum.
Sambært kvinnunum eru størstu trupulleikarnir viðvíkjandi javnstøðu lønarmunurin millum kynini, lága kvinnuumboðanin í nevndum og ovastu leiðslu í vinnulívinum og í politikki.
Hvørki menn ella kvinnur halda tað vera ein stórvegis javnstøðutrupulleika, at menn ikki verða útbúnir eins nógv og kvinnur. Og tað undrar Javnstøðunevndina, sum vísir á, at slíkur hugburður eigur at vekja ans, tí formaliserað vitan, útbúgving og førleikar eru avgerandi fyri, hvussu vit sum einstaklingar og samfelag fara at klára okkum í einum støðugt meira globaliseraðum heimi.
So er spurningurin, um hetta er ein hugburður, vit skulu góðtaka, ella um vit á einhvønn hátt kunnu elva til eina hugburðsbroyting um javnstøðu.
Tað kann ikki vera rætt, at vit halda tað vera í lagi, at kvinnur eru so nógv undirumboðaðar í leiðslustørvum. Tað kann ikki vera rætt, at vit halda tað vera í lagi, at kvinnur skulu vera so nógv undirumboðaðar í politikki, og tað kann heldur ikki vera rætt, at vit halda tað vera í lagi, at kvinnur skulu vera so nógv undirumboðar í nevndum og ráðum.
Tað er í øllum førum naivt at halda, at menn eru so nógv klókari enn kvinnur, at menn mugu stýra landi og bankum og vinnulívi.
Men hinvegin er tað eitt faktum, at fyri at kvinnur skulu fáa vald, so mugu menn missa vald. Og tað er ein strórur trupulleiki, kanska serliga í politikki. Tí um kvinnur skulu hava sama rætt til »teir feitu sessirnar«, sum menn, so verður nógv minni hjá monnum at býta sínamillum. Tó skal sigast, at ein ávís hugburðsbroyting er hend, men um vit ikki politiskt leggja trýst á fyri at fáa eina slíka hugburðsbroyting at ganga skjótari, so gongur ov seint, og tað er eitt demokratiskt problem at lata býttari menn enn klókari kvinnur sleppa framat – bara tí teir eru menn.