ODDAGREIN: Trúvirði skot fyri bógvin

Tað var áhugavert í gjárkvøldið at frætta, at høvuðsmálið hjá kom­andi borg­ar­ligu samgonguni verð­ur at fara bidd­­ara­­gongd nið­ur til Dan­­­­mark at fáa 200 milliónir krón­ur meira í blokkstuðuli.

Ser­liga marg­­háttligt er tað, at sami flokk­u­­r, sum stóð á odda fyri blokk­nið­ur­skurð­inum í 2002 er trygd­in fyri, at Sam­bands­flokk­ur­in fær hend­a­n meir­i­lut­an. Sam­gong­an undir leiðslu Fólka­floks­ins skar blokk­stuð­ul­in við 366 mill­i­ón­um krón­um í óð­u­m verk­um –?bara fyri at prógva, at tey meintu nak­að við koll­sigldu full­veld­is­ætl­an­ina.
Hesin niðurskurður varð samtyktur við minst møguligum meiriluta – og tað vísir, at avgerðin varð gjørd í óðum verkum –?og at sam­gongu­flokk­arn­ir púrt einki gjørdu fyri at tryggja alt­er­n­a­ti­var inn­tøk­u­møg­u­leikar. Í hesum hava Sam­bands­flokk­ur­in og Javn­að­ar­flokk­urin grein í sín­um kri­tikki. Men har frá og so til slíka kú­vend­ing, sum Fólk­a­flokk­ur­in og teir smáu fyrr­ver­andi full­veld­is­flokk­ar­­nir gera, tað er sera ótrúverdugt.
Sjálvstýrisflokkurin kann enn sum áður til­passa seg eina og hvørja sam­gongu, til høgru ella vinstru, til loys­ing ella sam­band. Mið­flokk­ur­in hev­ur ver­ið ring­ur at rokna út. Kar­sten Han­s­en, fyrr­ver­andi tingm­aður, tyk­ist í heil­um at gloyma, at hann ikki er tjóð­velid­s­mað­ur meira. Hann hev­ur tos­að sum tjóð­veld­is­mað­ur í val­stríð­­num. Jen­is av Rana førdi fram í fólka­tings­val­stríð­num, at vit eiga 54 mill­iard­ir til­góð­ar hjá donsku stjórn­ini – peng­ar, sum Dan­mark hev­ur fing­ið í leigu frá Nato, sigur hann.
Skilligt er, at fólkaflokkurin vil aftur til vald­ið. »Fram­tíð­in er borg­ar­lig«, hev­ur Jørg­en Nicl­a­sen sagt upp í sam­an. Tak­tikk­ur er sjálv­andi uppi­í, og kunnu vit velja at halda, at Fólkaflokk­ur­in tos­ar løgmanni eftir munn­i­num fyri at sleppa til valdið.
At etisku viðrini verða bann­lýst í slík­ari sam­gongu er eyð­sýnt. Mið­flokk­ur­in – og mið­flokk­a­veing­ir­nir í Sambandsflokkinum og Fólk­a­flokki­­num fáa sín sig­ur við at nokta hin­um at tosa um sam­kynd, brenn­i­vín og ann­að – í teirra eygum – ringt.
Men vit hava jú valt eina kon­ser­v­a­tiva borg­­ar­­liga sam­gongu. Og vit fáa ta stjórn, vit hava valt. So vel­j­ar­in hev­ur einki at klaga um – um bara pol­it­i­k­ar­ar­nir halda síni orð.
Men tað eru løgin signal, sum koma frá sam­ráð­ing­u­num. Eitt er, at tey ikki vilja tosa um etisku virð­ini – ella ikki eru samd um, hvussu tey skulu tosa um tey. Men tá trígg­ir full­­veld­is­flokk­ar fara við Sam­bands­flokk­i­num nið­ur til Dan­mark­ar at fíggja hallið á okkara fíggj­ar­lóg við at vaksa um hallið á donsku fíggjarlógini, sum framm­an­und­an hevur 96 milliónir í halli – tá fær trúvirðið eitt álvarsligt skot fyri bógvin.