Sum øllum kunnugt hava flestøll ítróttarfeløg stóran tørv á framvegis at sleppa at nýta útlendsk ítróttarfólk. Hesi fólk eru yvirhøvur dugnalig og tey tilføra føroysku ítróttini nógv gott og tey eru við til at lyfta føroyska ítrótt upp á eitt hægri dygdarstøði. Tað er tí als eingin ivi um, at tørvurin á hesum útlendsku ítróttarfólkum er staðfestur. Hinvegin er eisini staðfest, at tað letur seg ikki gera, at nøkta henda tørv, uttan at útlendsku ítróttarfólkini sleppa at supplera teirra inntøkur frá feløgunum við at taka arbeiði á føroyskum fyritøkum. Einki bendir á, at ítróttarfeløgini hava fíggjarligan møguleika at átaka sær størri fíggjarligar byrðar við atliti at útlendsku ítróttarfólkunum.
Tað er tí mikið spell, at landsstýrismaðurin við ábyrgd av útlendingamálum hevur tikið eina so harðrenda støðu í spurningum um útlendsku ítróttarfólkini. Hesin landsstýrismaður átti at dugað at sett seg inn í hendan sera umráðandi spurning. Hesin spurningur eigur ikki at metast sum bert ein spurningur um føroysk arbeiðspláss í eini tíð við minkandi arbeiði, men hann eigur at síggjast við atliti at ítróttini. Hetta er eisini ein spurningur, um føroysk ítrótt skal sleppa at mennast og koma longur fram á altjóða støði. Vit fara tí at mæla landsstýrismanninum í útlendingamálum at endurskoða sína harðrendu støðu til spurninginum útlensk ítróttarfólk í Føroyum.
Sosialurin










