Spurningurin er, um tað ikki er tíð at gevast við siðinum pr. automatikk at lata einmansflokkar fáa landsstýrisfólk. Tað er í lagi, at smáu flokkarnir fáa ta ávirkan, ið teirra stødd rættvísger, men ikki kann tað verða rætt, at teir skulu yvirumboðast so ógvusligani í landsins stýri. Hví ikki gera sum aðrastaðni og skjóta upp fyri einmansflokkarnar, at teir heldur enn at at fáa landstýrisumboð, fáa formanssess í onkrari løgtingsnevnd.
Sitandi samgonga hevur ikki gjøgnumslagskraft í stórmálum, tí hon vil altíð balansera á kantinum til misálit, um til dømis flokkur ikki fær sín vilja í einstøkum máli. Vónandi er tað eyðsæð í dag, at tað var eitt mistak, tá samgongan varð skipað við tveimum einmansflokkum, ið fingu hvør sín landsstýrismann. Tað gongur sjón fyri søgn, at stórmálini liggja og bíða, meðan onnur mál, ið als eingin samgongusemja er um, fylla dagsskránna.
Nú er at vóna, at floksformenninir í stóru samgonguflokkunum taka sær um reiggj og umhugsa, hvussu breiðar semjur kunnu røkkast um til dømis ES spurningin, ið gerst meiri og meiri aktuellur fyri hvønn dag, sum fer. Hetta krevur, at bæði samgonga og andstøða flyta seg til at vilja breiðar semjur, heldur enn at stara seg blindan í smámunum.
Ein nýggj pensiónsskipan, ið skal vara nógv ár fram, krevur breiða undirtøku í fólkinum. Ein greið støða til ES og NATO má verða breitt forankrað í fólkinum. Síðst men ikki minst, má ein nýggj skipan millum Føroyar og Danmark verða breitt grundað í føroyska fólkinum. Tað ber snøgt sagt ikki til at fáa varandi semjur í hesum málum, uttan minst tríggir stórir flokkar taka undir við tí, ið verður avgjørt. Og fyri at hetta skal bera til vilja vit endurtaka, at gamlar stríðsøksir mugu jarðleggjast og er okkara boð, at formenninir í teimum stóru flokkunum mugu seta seg í einrúm og seta út í kortið eina nýggja tíð fyri Føroyar, sum hevur breiða undirtøku í fólkinum. Til tess má gamalt agg leggjast á hillina og dialogurin frá øllum síðum byggja á virðing hvør fyri øðrum.
Sosialurin