Hetta er á mangan hátt ein trupul avgerð. Hon er trupul, tí hon nemur við so nógvar mannalagnur, og ásannast má, at avgerðin er eitt sera stórt og ógvusligt inntriv í dagliga lívið hjá starvsfólkunum í umsitingini. Synd er at siga, at málið er professionelt handfarið av umsiting landsstýrismansins. Tað kann als ikki góðtakast, at almenn stravsfólk frætta um so ógvusligar broytingar í starvsviðurskiftunum gjøgnum fjølmiðlarnar.
So er tað sjálv avgerðin. Tað er væl skiljandi, at ein landsstýrismaður, ið hevur politisku ábyrgdina av útjaðaramálum, leitar eftir tiltøkum, sum veruliga gera mun í gerandisdegnum í útjaðaranum. Eitt vælkent tiltak er at flyta stovnar og hetta er eisini millum tilmælini í teimum útoyggjaálitum, sum eru til taks. Hugsað verður sum so: útjaðaranum trýtur arbeiðspláss. Høvuðstaðurin hevur ov mikið av arbeiðsplássum, vit flyta nøkur av hesum út úr Havnini. Vit taka frá teimum, ið hava nógv og geva teimum, ið minni hava. Í og fyri seg ein vakur tanki, sum flestøll ivaleyst kunnu stuðla, men hann er ikki vandaleysur at seta í verk, og hetta er tí ein trupul avgerð.
Hetta at nýta útflyting sum menningarhjálp til útjaðarin er ikki nakað ein ger við einum títlingabresti. Skal ein nýta hetta amboð, so eigur hetta at fyrireikast sera væl, so allir partar í skipanini fáa høvi, umstøður og tíð til at fyrireika seg. Soleiðis er eftir øllum at døma ikki farið fram í hesum máli, og tí er nú alt á gosi. Ein kann tí siga sum so: ein vælskipað og vælplanløgd útflyting kann gagna øllum pørtum, meðan ein óskipað ”ups” ella ”hovsa” loysn kann gera meira skaða enn gagn. Hetta mál tykist ikki væl umhugsað av einum landsstýrismanni, sum annars ikki er kendur fyri at loypa framav, men tvørturímóti oftast tykist at hugsa seg væl um og taka strangt sakligar avgerðir. At hetta eisini eftir øllum at døma verður gjørt sum valagn í einum valári og hevur við sær daprar mannalagnur er eftir okkara tykki langt úti.
Sosialurin










