Løgmaður fyrireikar seg til ólavsøkuna, og ikki eitt kis hevur verið at hoyrt til tjóðveldisformannin. Formenninar í stóru andstøðuflokkunum hevur heldur einki verið at hoyra til. Í staðin hava tað verið teir í næstu røð, ið hava verið frammi. Næstformaðurin í Sambandinum var eirindarleysur í Atlantsflog málinum, og størsti atkvøðuslúkurin hjá Fólkaflokkinum hevur roynt at givið landsstýrismonnunum í vinnumálum og í fiski- og tilfeingismálum mótspæl. Teir báðir, ið hava verið mest frammi, eru landsstýrismaðurin í fiskimálum, ið eisini er næstformaður í Tjóðveldinum, og næstformaðurin í Sjálvstýrisflokkinum. Í stórum politiskum spurningum eru teir sera samdir. Eitt nú um vinnuligan fiskiskap, einskiljingar, í tunnilsmálinum og eisini um undirvísing og gransking.
Tað hevur ikki verið gamalt, at andstøðuflokkar alment hava verið so nógv upp á talufót við samgonguna ella partar av henni, sum Sjálvstýrisflokkurin nú vísir seg at vera.
Nýggi veruleikin ber víðari manøvreringsmøguleikar við sær fyri samgonguna. Um løgmaður er áhugaður í hesum, hevur enn einki verið at hoyrt um. Tað valdast ivaleyst eisini, hvørjar parlamentarisku avleiðingarnar av tunnilsmálinum fara at verða. Tað verður kanska greitt í morgin.
Um tað skal eydnast løgmanni og samgongu at fáa stóru málini í samgonguskjalinum loyst, so skulu tjóðarsemjur smíðast. Soleiðis orðaði løgmaður tað fyri einum hálvum ári síðani, og nú standa fleiri av málunum fyri framman, ið breiðar semjur skulu gerast um.
Fyrsta málið er fiskarípolitikkurin. Fiskimálaráðharrin hevur latið skína ígjøgnum, at uppskotið um fiskidagar fer at liggja nærri tí, sum fiskifrøðingarnir ráða til, enn uppskotini hjá landsstýrismonnunum plaga at gera.
Eingin ábending hevur verið um, at fiskimálaráðharrin ella løgmaður hava tryggjað sær undirtøku fyri uppskotinum í samgonguflokkunum. Einasta parlamentariska útmeldingin er komin frá Sjálvstýrisflokkinum, ið hevur brúkt myndina, at útgangsstøðið skal takast í áseyðatalinum og ikki í, hvussu nógvum krovum pláss er fyri á ásinum. Hetta er í tráð við tað, ið fiskimálaráðharrin hevur sagt. Útgangsstøðið skal takast í stovnsrøktini og harvið í tilmælinum hjá fiskifrøðini. Fiskimálaráðharrin sigur seg vera sannførdan um, at tað er neyðugt at bremsa harðliga, tí gýtingarstovnurin er hóttur.
Landsstýrismaðurin spælir høgt spæl, og tað fer at krevja stórt politiskt hegni hjá honum og løgmanni at fáa sum frægast burturúr, og tað fer at krevja dirvi hjá einstøku samgongulimunum at bekenna sama kulør, sum Sjálvstýrisflokkurin longu hevur gjørt.
Tíðin er komin, at tingið sigur, hvussu tað ætlar, at tað skal komast til sjálvberandi búskapin, ið øll politiska skipanina sigst vera samd um, at føroyska samfelagið treingir til. Tað krevur politiskan rygg!
Sosialurin