ODDAGREIN: Øll akta Fólkaflokkin

Vit hava hoyrt tað fyrr: »Sam­gong­an er ikki ar­beiðs­før«. Hetta stað­festi Aks­el Jo­hanne­sen, fíggj­ar­mál­­­a­­ráð­­harri og lands­stýr­is­mað­ur í fíggj­­a­r­­mál­um ­í Degi og Viku í gjár­­kvøld­­ið. Og at søg­an end­ur­tek­ur seg, tað vátt­­aði Jørg­­en Nicl­­­a­sen, for­mað­ur Fólk­a­­floks­­ins, sum loks­­ins í gjár­­kvøld­­ið stað­festi, at Fólka­­flokk­­ur­­in ikki tek­­ur und­­ir við lands­stýr­is­semj­uni um fíggj­ar­karm.

Um tað so eru landsstýrifólkini hjá Jørg­­eni, sum ikki hava aktað harr­­a­­­boð, ella um hetta er nýggja mann­­a­­gongd­in í Fólk­­­a­flokk­i­num, nú for­­mað­ur floks­ins ikki long­ur er í lands­stýrinum, tað er eitt sind­ur ó­­greitt. Men sambært Aks­eli Jo­hann­esen, so varð semja á lands­stýr­­is­­fundi mána­kvøld­ið um fíggj­a­r­­karmin. Jørgen Niclasen er sum kunn­ugt ikki longur lands­stýr­is­mað­­ur – men okkurt bendir á, at Ann­­ika Olsen og Jacob Vestergaard ikki drógu somu línu sum Jørgen Nicl­a­sen mánakvøldið.

Líkist ikki sørt einari parodi, sum ikki tyk­ist enda. Fram­veg­is er stríðs­­mál­­ið ser­­skatt­­­a­­skip­­­a­n­­ir til á­­vís­­­ar bólk­­­ar av før­­oysk­um monn­um, sum Fólka­flokk­urin ikki vil sleppa, og so til­feing­is­gjald­ið. Vit hava sagt tað fleiri ferðir fyrr, at so leingi Fólk­a­flokk­ur­in er í sam­gongu, so verð­ur eing­in broyt­ing. Hvørki Sam­­bands­flokk­ur­in er ella Javn­að­ar­flokk­ur­in – og ei heldur Tjóð­veldi, tora at gera Fólka­flokk­i­num í­­móti.

Hetta hev­ur søg­an víst. Fólka­flokk­ur­in hev­­ur sit­ið í sam­gongu í 17 av teim­um sein­­astu 20 árunum, og hann hev­­ur ver­­ið so sterk­ur, at eing­in floks­­leið­­ari hev­­ur tor­­að at gjørt hon­um ímóti: Hvørki Edmund Jo­en­sen, Høgni Hoydal ella Jóannes Eid­­es­gaard hava megn­að ella torað at sett Fólk­a­flokk­inum stólin fyri hurð­­ina. Tann sterki leiðarin, hjá Fólk­a­­flokk­i­num var An­finn Kalls­berg. Síð­ani Jørg­en Nicla­sen tók yv­ir, hev­ur hann styrkt seg við at fara úr frá sum lands­stýr­is­mað­ur.

Vit sóu tað í fjør, at tað bar til hjá Fólk­a­flokk­i­num at halda seg utt­an fyri semj­una um fíggj­ar­­karm­in, og søg­an end­ur­tek­ur seg í ár.

Jørgen Nicl­a­sen tykist hava sama tak­ið á sam­gong­u­fel­øg­u­num, sum An­finn Kallsberg, men hann hev­­ur í ávísan mist takið á sínum egna flokki, sum syndrast.

Sjálvandi skulu vit vísa hógv í bú­skap­armálum. Men vit spara okk­um ikki ein­ans úr fíggj­­ar­­krepp­­­uni, og tað al­menna eig­ur sjálv­andi sína á­byrgd at hava virk­semi í gongd í land­i­num, tí mugu pol­i­t­ik­ar­ar ikki stara seg blind­ar upp á eitt hvørv­andi hall á fíggj­ar­lóg­ini í 2015.

Aksel V. Johannesen kann nú prógva sítt virði, sum nýggj­ur floks­leið­ari. Hann kann prógva, um eis­ini hann ræðist Fólkaflokkin, tað verð­ur hansara politiska svein­a­stykki.