ODDAGREIN: Kommunali opinleikin

Í blaðnum í dag eftirlýsir ein bú­skap­ar­frøð­ing­ur størri gjøgnumskygni í komm­unalu roknskapirnar. Blað­ið hev­ur biðið hann meta um fíggj­ar­ætl­an­ina hjá høvuðsstaðnum, men bú­skap­ar­frøðingurin vísir á fleiri grund­leggj­andi manglar fyri yv­ir­høv­ur at kunna gera eina veruliga met­ing. Upplýsingarnar eru ikki at­kom­u­lig­ar, sjálvt um Tórshavnar Býráð end­a­liga samtykti fíggjarlógina fyri 2014, ið javnvigar við 650 mill­i­ó­n­u­m krónum, á býráðsfundi 28. nov­ember.

Búskaparfrøðingurin staðfestir, at komm­un­urnar generelt eru nógv meira afturlatnar enn løg­ting­ið. Við øðrum orðum er trupl­ari hjá fólki at fylgja við í, hvussu komm­un­u­skatt­urin verður brúktur enn hvussu lands­skatturin verður brúkt­­ur. Tað kann undra, tá flestu før­oy­ing­ar gjalda fleiri skatt­a­krónur í komm­un­u­kassan enn í lands­kassan. Kommunala eftirlitið vísir á pol­itiska viljan um víttfevnandi, komm­un­alt sjálvræði. Landið ger ramm­u­lógir, sum kommunurnar skulu ar­­beiða eftir, sigur deildarstjórin á øki­­num. Avslappaði hugburðurin hjá komm­­unala eftirlitinum vekir undr­­an. Hví er tað ikki ein sjálv­sagd­­ur lutur, í øðrum lagi eitt krav, at fult gjøgnumskygni er í komm­unalu roknskapunum, so­leiðis at borgarir hava ein reellan møg­u­leika at fylgja við í, hvat komm­un­alu skattakrónurnar verða brúkt­ar til.

Eisini staðfestir bú­skap­ar­frøð­ing­ur­in, at kommunurnar ikki eru undir eftirliti av lands­grann­skoð­an­ini. Gera vit aftur sam­an­ber­ing­ina við landskassan, so fær almenningurin á hvørjum ári eina drúgva frágreiðing um, hvussu landsstýri og løgting hev­ur húsast við skattakrónunum hjá okkum øllum. Men vit fáa ong­an­tíð eina líknandi, fakliga frá­grei­ð­ing um, hvussu kommunalu skatta­krón­ur­nar eru brúktar.

Í blaðnum í dag viðgera vit sam­tyktu fíggjarætlanina hjá høv­uðs­staðnum. Sum forrestin skal end­ur­skoðast eftir nýggjár fyri at finna effektiviseringar og spar­ingar, sambært býráðnum. Ein fyrr­ver­andi borgarstjóri øtast á almenna rakst­ur­in, sum er vaksin við 170 milli­ón­um krónum undir Heðini Mort­en­sen. Jan Christiansen eft­ir­lýs­ir eina virkna andstøðu og størri op­in­leika.

Á øðrum økjum hevur Tórs­havn­ar Kommuna ein sera virknan kunn­ing­ar­politikk við dagligum tíð­ind­a­skrivum um stórt og smátt í komm­ununi. Men er tað í lagi, at komm­una­lar skattakrónur verða brúkt­ar til at kunna borgararnar um, at borgarstjórin er til arbeiðis, sam­stundis sum tað knípur við grund­leggj­andi kunning um, hvat skatt­a­krón­urnar verða brúktar til? Svar­ið er nei.