Oddagrein· Kanningarstjóra – sjálvandi!

Uppskot Sjálvstýrsifloksins um kanningarstjóra at kanna lásagøluna í Tinganesi er gott.

Sjálvstýrisflokkurin mælir í fyrstu atløgu til, at landsstýrismálanevndin setur kanningarstjóra eftir § 38, stk. 2 í stýrisskipanarlógini. Men Sjálvstýrsiflokkurin fer longur enn so og vendir kanónunum móti løgmanni við tað, at flokkurin krevur, at eisini verður kannað, hvørt løgmaður hevur forsømt sínar skyldur at samskipa landsstýrið og áhaldandi at kunna Føroya Løgting um støðu landsins, samráðingar við onnur lond, og ikki minst skylduna at tilbúgva landsins fíggjarlóg. Spurningurin er um hendan snaring gagnar málinum. Tað er í áhuganum hjá øllum, at lásagølan verður uppklárað og staðfest verður einaferð med alla, hvør, ið sigur satt og hvør, ið sigur ósatt og at staðfest verður, hvat veruliga er farið fram í hesum máli.

 

Spurningurin, hvørt løgmaður hevur forsømt sínar politisku skyldur, er ein reint politiskur spurningur, sum hvørki hevur við landsstýrirsmálanevnd ella kanningarstjóra at gera. Her er talan um ein spurning, sum bert løgtingið eigur at taka støðu til. Metir ein flokkur, í hesum føri Sjálvstýrisflokkurin, at her er talan um vánaliga politiska leiðslu, eigur Sjálvstýrsiflokkurin at reisa málið á tingi sum eitt tingmál og her eru fleiri møguleikar. At leggja spurningin, hvørt ein løgmaður ger sínar politisku skyldur fyri kanningarstjóra, er at gera júst tað, sum annar av tingmonnum Sjálvstýrisfloksins plagar at ávara ímóti, nevniliga at gera politikk til jura, so her eiga tingmenn at hugsa seg væl um.

 

Hinvegin halda vit tað sum nevnt tað vera rætt at lata kanningarstjóra útgreina, hvat, ið er farið fram í lásagøluni. Hesum taka bæði løgmaður og fyrrverandi varaløgmaður undir við, so tað er upplagt at fylgja ráðum Sjálvstýrisfloksins her. Kanningarstjóri eigur tí sjálvandi at verða settur at kanna lásamálið so væl sum flytingina av ávísum tænastumanni. Lásamálið og tað, sum heruppií hongur, er nú vorðið so brunnið, at almenningurin hevur krav uppá, at hetta mál verður lýst út í æsur. Øll gongdin eigur at verða kortløgd og politiska og embætisliga ábyrgdin eigur at verða staðfest. Verður hetta mál ikki útgreinað og fær almenningurin ikki allan sannleikan um hetta mál, ja so fer hetta at liggja sum eitt opið sár, sum fer at eitra føroyskan politikk í nógv ár framyvir. Síðan hetta mál kom í ljós, hevur løgmaður roynt at niðurtóna týdningin av hesum máli fyri sjálvt slitið við Tjóðveldi, meðan fyrrverandi varaløgmaður hevur hert tónalagið í hesum máli. Hetta kann ikki halda fram, tí hetta er til skaða fyri umdømið hjá politisku skipanini. Harvið er hetta mál til ógagns fyri demokratiið og eigur tí hvør steinur at verða vendur, so føroyskur politikkur kann koma víðari.

Sosialurin

 

 

?