Oddagrein Hvør skal góðskumeta almennu umsitingina?

Formaðurin í Starvsmannafelagnum spyr , hvør skal góðskumeta almennu umsitingina. Hetta kemur í kjalarvørrinum av útsagnum hjá strategibólki undir Vinnuhúsinum. Nú er tað sjálvandi ikki Vinnuhúsið, ella ikki bara Vinnuhúsið í hvussu so er, ið skal meta um arbeiðið, ið gjørt verður í tí almenna. Øll hava gagn av at verða góðskumett viðhvørt. Eisini almenn starvsfólk. Spurningurin er bara, sum Gunnleivur Dalsgarð so púra beint sigur, hvør skal gera hetta.

Tann sjálvskrivaði parturin at gera hesa góðskumeting, er sjálvandi tey, ið brúka og gjalda almennar tænastur. Tað má verða skattgjaldarin, ið skal meta um góðskuna av tí almenna. Tað er hóast alt skattgjaldarin, ið hevur syrgt fyri, gjøgnum atkvøðuseðil sín, at vit hava tann almenna bygnaðin, vit hava í dag.

Skattgjaldarin ynskir almennar tænastur sum heimahjálp oa., og tí er sjálvsagt, at sami skattgjaldari og ikki minst tey, ið hava tørv á t.d. heimahjálp, verða spurd, hvussu hetta riggar. Vit eiga at spyrja brúkarnar av t.d. Landssjúkrahúsinum, Apoteksverkinum, Bileftirlitinum. Hjálpartólamiðstøðini o.s.fr., hvat hesir halda um tænastuna. Hvat hesi halda um upplatingartíðir, telefontíðir o.s.fr. Í síðsta enda er tað skattgjaldarin, ið eigur at merkja, at hann fær tær tænastur, hann hevur ynskt og goldið fyri. Ansast má eisini eftir, at tað almenna ikki stovnsetir tænastur, ið eingin hevur biðið um, ella við grundgevingum sum, at hetta hevur man í Danmark. Ei heldur mugu stovnsetast nýggjar tænastur innan eitt øki, har verandi tænastur ikki eru góðar nokk vegna tilfeingistrot. Tað nyttar einki at byggja uppí, um fundamentið ikki er í lagi.

Fundamentið í vælferðarsamfelagnum er, at øll fáa eina skúling og at tey gomlu, sjúku og veiku fáa tað, teimum tørvar. Borgarin ynskir eitt heilsuverk uttan bíðilistar. Tað hevði man áðrenn kreppuna við minni skattainntøkum, enn í dag. Man hevði eitt veganet uttan brúkaragjald. Tað hava vit ikki í dag, hóast vegskattur og skattainntøkur eru hægri enn nakrantíð. Tann parturin av tí almenna, ið td. fæst við skattainnkrevjing er ikki nakað, ið man skal hava sum mál, men sum eina neyðugheit, ið skal rekast so bíligt og effektivt sum møguligt, so almennir pengar primert fara, har borgarin beinleiðis merkir teir. Lat okkum fáa eina góðskumeting av tí almenna, har skattgjaldarin skal meta um tænasturnar, hann fær. Vit hava hóast alt ongantíð goldið so nógvar milliónir ínn í landskassan í skatti, sum nú. Lat okkum tosa um, hvat vit fáa fyri hetta.

Sosialurin