Oddagrein· Fjølmiðlar í fokus

Fjølmiðlarnir eru týðandi partur av politiska valdsbýtinum í einum hvørjum sonnum fólkaræði. Fjølmiðlarnir skulu tryggja, skipa, upplýsa og miðla almenna orðaskiftið og samskiftið. Vit skulu tryggja, at politikararnir standa fólkinum til svars fyri teirra gerðir og avgerðir. Hendan er so at siga idealmyndin av okkara leikluti, og hon eigur at verða tikin í størsta álvara.

Í sambandi við umrøðuna av fullveldisfilminum hevur leikluturin hjá fjølmiðlunum í samfelagnum verið umrøddur. Fjølmiðlarnir eru ov veikir, verður sagt. Teir megna ikki í nóg stóran mun at kunna almenningin um politisku gongdina og um politiska spælið í Føroyum og millum Føroyar og Danmark. Nakað er ivaleyst um hesar atfinningar. Vit eiga at taka í egnan barm og at gerast nógv betri. Men er so alt sagt um pressuna ella fjølmiðlarnar og teirra leiklut sum hitt fjórða samfelagsvaldið? Kann pressan einvíst lastast fyri at vera ov veik í mun til politikkararnar og teirra sterka og vælskipaða embætisverk? Henda søk hevur fleiri síður.

Tey seinastu árini hava vit fingið lóggávu um alment innlit. Hetta skuldi alt annað líka gjørt arbeiðið hjá fjølmiðlunum lættari, men so einfalt er tað ikki. Fleiri halda, at tað er vorðið torførari. Ein orsøkin er, at vit eins og í grannalondum okkara hava fingið eitt nýtt ættarlið av politikkarum, sum einvíst vil stýra kunningini til almenningin. Hetta ættarlið nýtir serfrøðingar, ið taka sær av kunningarstreyminum. Virksemi teirra er at javnmeta við tað hjá spindoktarum. Henda støða er ein nýggj og stór avbjóðing til føroysku fjølmiðlarnar, um teir vilja varðveita tann leiklut, ið teir eiga at hava í samfelagskipanini. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at tað í næstum verður lóggivið um fjølmiðlaábyrgd og um góðan fjølmiðlasið. Hvat henda lóggáva kemur merkja fyri fjømiðlarnar er torført at meta um, men vit fara at venda aftur til henda spurning seinni.

Fjølmiðlarnir eru nú noyddir til at brynja seg til hesa nýggju støðu, og tað kunnu vit gera eitt nú við at gerast dugnaligari og betri í allar mátar. Vit mugu bøta um førleikarnar hjá okkara medarbeiðarum og vit mugu nýta meira orku til research og læra at nýta lóggávuna um innlit betri. Vit mugu síggja til, at politisk evni og politisk mál í nógv størri mun verða tikin upp til viðgerðar og til orðaskifti og lýst frá øllum síðum. Hetta er alt annað enn lætt í eini støðu, har politikkararnir einvíst vilja gera av, hvat almenningurin skal fáa at vita. Uppgávan hjá pressuni er sostatt ikki bert at kunna almenningin um faktuellar hendingar ella viðurskifti ? at bera tíðindi, men at skapa og menna orðaskifti og samfelagstjak. Henda uppgáva verður ikki loyst við at samantvinna tíðindi við politisk ella persónlig sjónarmið. Nakað, ið vit tíanverri uppliva alt ov oftani. Vit eiga heldur ikki at gloyma ta týðandi uppgávu, sum fjølmiðlarnar og serliga bløðini hava sum serviceorgan tvs. kunningina um alt tað, sum dag um dag hendir í okkara samfelag. At skipa og menna føroysku fjølmiðlarnar eftir hesum prinsippum er ein stór avbjóðing. Men hetta er ein avbjóðing, sum fjølmiðlarnir eiga at tak í størsta álvara.

Sosialurin