Upprunaliga skuldi Barack Obama koma til Keypmannahavnar í næstu viku, men nú siga Hvítu Húsini, at hann kemur tann 18. desember og fær sostatt um endan á veðurlagsráðstevnuni. Tað kemur vertunum og fyrireikarunum væl við.
Hvítu Húsini siga í kvøld, at ein avtala kann fáast upp á pláss í Keypmannahavn, um øll londini eru sinnað at skerja CO2-útlátið.