Í stóra høpinum telur Wyoming ikki nógv, men kortini verður sigurin hjá Obama leygarkvøldið mettur at vera sera týdningarmikil 12 valmenn stóðu upp á spæl í Wyoming, har tað leygardagin var undanval. Í hesum valinum varð tað ikki valt á sama hátt, sum tað varð eitt nú í Ohio og Texas, har Hillary Clinton fyrr í vikuni vann stórt.
Leygardagin var tað á uppstillingarfundum kring um í statinum, at veljararnir góvu til kennar, um teir vildu hava Barack Obama ella Hillary Clinton til forsetavalevni. Uppteljingarnar vísa, at Obama fekk stuðul frá 59 prosentum og Hillary frá 40 prosentum av teimum demokratunum, sum møttu á uppstillingarfundunum.
Hóast bara 12 valmenn vóru upp á spæl, so varð valið mett at vera ógvuliga týdningarmikið. Fyri Obama hevði tað stóran týdning at koma fyri seg aftur, eftir lúsingarnar, sum hann fekk týsdagin, og í so tættari kapping, sum hon nú er millum tey bæði demokratisku valevnini, telur hvør einasta avkvøða nógv.
CNN veit at siga, at úrslitið ? 59 prosent til Obama og 40 prosent til Hillary í Wyoming ? ber við sær, at Obama fær sjey og Hillary í minsta lagi fýra valmenn.
Sambært CNN, so hevur Obama nú 1527 og Hillary Clinton 1428 valmenn aftan fyri seg. Fyri at vinna rættin at stilla upp krevjast 2025 valmenn, tá ið demokratarnir fara at gera av, hvør skal vera teirra valevni. Tað eru gott og væl 600 valmenn eftir at kappast um.
Tað er longu avgjørt, at John McCain verður forsetavalevni hjá republikanarunum.